29 Jun 2018

Fjósið, hósdagur 12 juli

Makaleysi, margháttligi G!mentanarpallurin, Fjósið í hjartanum á Syðrugøtu verður aftur í 2018

Kl.16.00

Hildaland: A Lost Man and A Lost Island – videolist og artist talk

Screenings og fyrilestur fyriskipað av Forlagnum Eksil.

Tsz Man Chan er listafólk úr Hong Kong. Í hesum tiltakinum sýnir hon trý nýggj videoverk, ið m.a. snúgva seg um mann hennara, Ivanov, sum hvarv í 2017 og ongantíð varð funnin aftur. 

Tsz Man býr á einum av mest fjarskotnu oyggjunum á Orkneyoyggjunum. Har hevur hon stovnað listafestivalin Papay Gyro Nights. 

Verkini hjá henni snúgva seg um sagnir í Orkney, um finfólk og um Hildaland, ið var eitt land sum ferðandi kundu fáa eygað á av og á.

Tsz Man fer at tosa um verkini við mannfrøðingin og høvundan, Stuart McLean, professara á Universitetinum í Minnesota. Evnið í samrøðu teirra er m.a., hvussu sagnir og skapan kann nýtast í lívi okkara.

Tiltakið er ognað Ivanov.

 

Kl.17.00

Leitanin eftir horvnu litunum

Litir spæla ein stóran leiklut í minninum hjá listakvinnuni, Randi Samsonsen. Hetta er orsøkin til at hon hevur arbeitt empiriskt vid litminnum á framsýningini, In search of Lost Colours, sum var í Steinprenti í vár. Listakvinnan hevur hugt at og endursansað litminni frá ymisku heimunum, hon vaks upp í og vitjaði sum barn,og hevur hon nýtt hesar sansingar sum grundarlag fyri framsýningina. Randi fer m.a. at greiða frá arbeidsgongdini, ávirkanina sum hevði við sær at hon í holt vid litminnini, hvussu tey kunnu lýsa lív og umstøður okkara, um virði og um litval- og nýtslu. 

 

Kl.18.00

Hví tørvar heiminum aldan tara? 

Hvussu kann taraaling upptaka CO2, og hvussu kunnu vit framleiða vøru úr tara, sum kann nýtast heldur enn umhvørvisdálkandi plast? Hendan og fleiri aðrar spurningar fer Ólavur Gregersen, oddviti í Ocean Rainforest at svara í mun til taraaling í Føroyum. Eisini verða sýndar myndir av taraalingini í Funningsfirði, og Ólavur fer at matgera við tara og bjóða smakkroyndir. 

 

Kl.19.00

Yrkingaupplestur

Forlagið Eksil bjóðar til yrkingaupplestur í Fjósinum vid fýra yrkjarum á palli. Teir, ið lesa eru Oddfríður M. Rasmussen, Sámal Soll, Ludvík á Brekku og Haldur Suni Johansen. 

Oddfríður Marni Rasmussen, føddur í 1969. Hann er útbúgvin lærari og hevur gingið tvey ár á rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Útgávurnar eru vorðnar fleiri í tali. Eini 18 yrkingasøvn og ein barnabók. Nakrar týðingar eru eisini prentaðar. Oddfríður er harumframt ritstjóri á tíðarritinum, Vencil.

Haldur Suni Johansen (f. 1963) starvast dagliga í Elektron. Hann gav út sítt fyrsta og einasta yrkingasavn, Skuggar av tonkum, í 1996. Seinni gav hann út nakrar yrkingar á fløgu, ið nevnd varð Haldurs Café. Eisini hevur hann havt greinar við í ymiskum bløðum og tíðarritum.

Sámal Soll (f. 1977) er uppvaksin í Havn. Hann hevur skrivað fleiri stuttsøgur, sum hava staðið í ymsum ritum m.ø. Vencili. Sámal er útbúgvin cand. mag. í enskum máli og bókmentum og hevur arbeitt við samskifti og marknaðarføring í fleiri ár. Sámal starvast í løtuni sum lærari í Hoydølum.

 

Kl.20.00

Í kolkjallaranum við Katrini Ottarsdóttur 

Filmsleikstjóri og rithøvundur Katrin Ottarsdóttir hevur í sínum seinastu films- og ritverkum verið bersøgin og eirindaileys í sínum lýsinginum av, hvussu av skeplað viðurskiftini kunnu vera millum menniskju, ið standa hvør øðrum nær. Hendan tíman verður Fjósið umskapað til ein kolkjallara, har Katrin lesur yrkingar og (stuttar) stuttsøgur og vísir nakrar stuttfilmar úr filmsinstallatiónini Lejlighedsminder. Innímillum verður høvi at anda, tá Katrin tosar við Sissal Kampmann um verk síni. Forlagid Eksil skipar fyri. 

 

Kl.21.00

Myrkaspæl í Silvurfjósinum.

Vit sløkkja ljósið og tendra plátuna, so vit betur kunnu sansa hana. Tí Silvurpláta hjá Silvurdrongi skal ikki bara hoyrast. Hon skal eisini síggjast og følast. Gangast ígjøgnum. Ein oyðimarkarferð við oasum av ljódi. Kom og lurta. Í blindni.

 

Kl.23.00 - 02.00

Damudomi DJs og vinir

Annað árið á rað tekur Damudomi yvir Fjósið á G! við feitum visuals, heitum dansigólvi, dukandi disking og kitlandi bassrútmum. Bjóðað verður inn til eina villa veitslu við serstøkum gestum á pallinum. Damudomi er ein savnandi feministisk rødd, har tema, fokus og tiltøk eru skiftandi, men altíð eru skipað eftir hugsjónini um eitt javnsett samfelag. Tað er okkum ein fragd at bjóða teimum aftur á G! í ár eftir eitt ógloymandi kvøld í Fjósinum í fjør.

 

Honeypie, DJ, Turið Nolsøe, visuals, Springarasystrarnar, DJs, Dan Helgi í Gong, visuals


 

 

 

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »