Guðrið Hansdóttir á G!
Vit kenna öll Guðrið Hansdóttir, sum við fleiri plátum á baki, hevur sungið seg inn í okkara hjörtu við síni vökru rödd.
Hin seinasta útgávan, Gult myrkur, vann FMA fyri bestu útgávu og besta tekst í 2023.
Longu nú er hon aftur ávegis við nýggjari útgávu, sum eitur Sýrublað, har ferðin verður sett nakað upp.
Plátan er framleidd av Høgna Lisberg og hevur, sambært Guðrið sjálvari, ein frískligan, knasandi, grönan og til tíðir sýruttan tóna, sum heitið eisini ber brá av. Tekstirnir hevur Beinir Bergson skrivað.