Parkering
Einans bilar við G! koyriloyvi frá Eysturkommunu sleppa inn í Syðrugötu. Fólk við rörslutarni sleppa tó at parkera - sí breddan "Fólk, ið á ymsan hátt eru tarnað".
Bilar kunnu parkera við Götugjógv (5 minuttir at ganga) ella Norðragötu (10-15 min at ganga).
Festivalbussar
Aftur í ár eru bussar millum festivalökið, kampingökið og Leirvík. Um tú skalt úr Leirvík má bussurin tilkallast, tel nr: 729899
Bussarnir koyra hesar tíðir:
Hósdag til leygardag frá kl. 16:00 til 04:00 koyra teir pendul millum kampingökið og festivalökið.
Atgongd til bussin kann keypast í bussinum. Armband fyri allar tríggjar dagarnar kostar 150 kr. Ein túrur kostar 30 kr.
Bygdaleiðir á G!
Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir ímillum Havnina og Klaksvík og steðgar við Götugjógv. Sí ferðaætlan fyri leið 400 á ssl.fo
Náttarbussur
Náttarbussur til G! koyrir úr Vestmanna kl 22, fyrst til Havnar og síðani úr Havn kl 23, koyrt verður ígjøgnum sundalagið norð á G!
Náttarbussurin frá G! koyrir til Toftir (steðgar Hjá Pidda), ígjögnum Eysturoyartunnilin til Havnar og síðani til Vestmanna hesar tíðir:
Hóskvöldið kl. 02 úr Norðragötu og steðgar við Götugjógv.
Fríggjakvöldið kl. 04 úr Norðragötu og steðgar við Götugjógv.
Leygarkvöldið kl. 04 úr Norðragötu og steðgar við Götugjógv.
Ferðaseðil á 200 kr verður goldin í bussinum.
Telefon: 217752
Hýruvognar og minibussar
Hýruvognar eru beint uttan fyri festivalökið. Koyrt verður allar festivaldagarnar. Hýruvognur kann bíleggjast gjøgnum appina hjá AUTO, ella við at ringja tlf. 311234. Meira kunning á Auto.fo
App store download: Trýst her
Google play download: Trýst her