1 Apr 2025

Blue Giant Orkestar – Jarðskjálvtarfremjandi, heilabræðandi, hornbrölandi tónamaskina

Vanliga skriva vit egin tíðindaskriv, og seta okkara orð á, hví tað er viðkomandi at hoyra eitthvört navn á G! Men júst hettar tíðindaskrivið frá bólkinum er so framúr, at vit taka eitt brot úr tí, og lata tað bara standa, sum skrivað.

Blue Giant Orkestar er ein vælljóðandi, tvörevropisk, gullklödd Hydra. Altso, sum hitt grikska sagnardjórið við fleiri hövdum, hvörs her eru kjarnorkumessing, gjögnumborandi violin, buldrandi tuba, ein ovurstór russisk harmonika og eitt slagverksrúm, sum lættliga kann javna hús tíni við jörðina. Tónarnir eru heimagjördir, men eisini tökulög frá fleiri ymiskum tónleika- og fólkaslögum: Horo úr Balkan, serbiskum messingfestivalum, turkiskum popplögum, bulgarskum harmonikufýrverki og sjálvandi eitt sindur av skotskum ceilidh [kay-lee], sum er skotskur fólkadansur.

Hesin villi og lívsjáttandi bólkurin úr Edinburgh, Blue Giant Orkestar, lovar eina veitslu, ið nöktar kroppin, stimbrar heilan og gevur hjartanum vælveru.

Tú kanst ikki ikki vera har, tá ið hesi vitja G! 17.-19. juli í ár!

Sí her: https://youtu.be/H3DxgY3wov4?si=08cD_p8UFzQu3ofh

4 Mar 2026
Oliver Tree along with three other exciting acts.

Today we’re announcing global star Oliver Tree along with three other exciting acts. Each of them is a little unusual in their own way, yet all of them are captivating. Read more »

20 Feb 2026
Clickhaze and Three More Acts

Today we’re excited to announce four new names at once. One is as rare as a total solar eclipse in the Faroe Islands, another shines like the sun from L.A., one is calm and introspective, and one is b… Read more »

10 Feb 2026
Tamikrest and 3 more exciting names

Today we announce four exciting artists who all share one thing in common: each of them blends different origins and influences in their own way, creating a distinctive and personal sound. Read more »

27 Jan 2026
Lynks

Naughty queer pop out of England. Read more »

27 Jan 2026
Bolstad - Gritty Faroese rap

Bolstad truly made his mark when he performed at Sement and was broadcasted on live television. Read more »

27 Jan 2026
Jerub - A voice that strikes a chord

Once again this year, we’re delighted to welcome a rising star from England. Read more »