ULD – Norsk gentutrio vevur vakurt teppi av fortíð og nútíð
Tað er ein sera spennandi tíð beint nú. Norski ungdómurin er av sínum eintingum farin at kanna sín tónleikaliga uppruna. Og sum vera man, flættast við hesum fortíð og nútið til eitt vakurt teppi av fólkatónleiki, djassi og poppi. Tað er langtandi men eisini púra viðkomandi.
ULD úr Norra er ein gentutrio, sum veruliga hevur funnið eina ómetaliga stóra spæligleði í hesum tónleikaliga kanningararbeiði. Og hendan spæligleði rökkur væl av pallinum.
Bólkurin er nýggjur, men hevur bergtikið öll í heimlandinum, og fyrstu konsertirnar hava allar verið útseldar. Eisini fær bólkurin í grein hjá NRK heitastu viðmæli frá fleiri av teimum hægst virdu tónleikarunum í Norra (https://www.nrk.no/kultur/xl/bandet-uld-er-en-av-de-store-snakkisene-i-musikkaret-2024-1.17114684).
Gleð teg til eina heita og viðkomandi framförslu við ULD á G!, sum verður dagarnar 17.-19. juli 2025.
Her mást tú fara!