Punching Bag – Nýggjur og öðrvísi amerikanskur rapptónleikur á G!
í summar koma rappararnir Punching Bag heilt yviri úr Kaliforniu í Ameriku til Syðrugötu.
Talan er um nýggjan bólk, sum longu gevur út á stórum plátufelag, og nú teir eru á veg út í heim, koma teir at framföra á G!
Tónleikurin er spennandi samanrenning av rappi og öðrvísi rokki, sum gevur Punching Bag ein heilt serligan dám. Kom og ver við, tá ið vit bjóða nýggjan og serstakan rapptónleik frá Punching Bag á G! 2025.