Ester Skála – Ljósareyður poppur
Í Föroyum er mangan grátt og tungt, tá ið tú hyggur út. Vit gleða okkum til eina litríka tónleikalötu við Ester Skála á G! 2025.
Í Föroyum er mangan grátt og tungt, tá ið tú hyggur út. Men Ester Skála hevur sett sær fyri at skapa eina javnvág, tá ið hon í ovurmát litar alt ljósareytt við sínum litríku myndum og popputu tónum. Tað eru nökur ár síðani hon gav út lagið Unicorn, sum hevur verið nógv at hoyrt, og í hesum dögum gevur hon út spildurnýggjan tónleik. Vit gleða okkum til eina litríka tónleikalötu við Ester Skála á G! 2025.
Hesa vikuna hevur verið Spæl Föroyskt vika, og vit hava bert prátað um föroyskan tónleik og hava kunngjört eitt föroyskt navn hvønn dag í sjey dagar. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, jazzygold, Lyon Hansen, Ester Skála og nógv onnur.
Fylg við tá vit longu týsdagin aftur kunngera enn eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025.
G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. Tú mást fara!