1 Mar 2025

Lyon Hansen – Betri enn nakrantíð

Vit hava kent og dyrkað hann leingi, Lyon Hansen. Hann skrivar ótrúliga góð lög, spælir væl gittara og dugir sera væl at bera seg fram á palli.

Við eini granskandi tilgongd hevur hann grivið runt í gomlum amerikonskum sangskattum og ljóðupptökum. Hann skilur upprunan av hesum tónleiki og megnar at gera hann til sín egna – og so greiðir hann skemtiliga frá, á eini konsert, at hann ongantíð hevur verið í Amerika, og mann hugsar, at fer hann nakrantíð, tá missir hann kanska tann gandin, sum umgirðir alt hansara huglag.

Tíbetur hevur hann enn ikki verið í statunum. Tvörtur ímóti, so hevur hann tappað inn í tann föroyska sangskattin, og hevur til seinastu konsertirnar við sínum nýggju föroysku lögum givið eina ábending um, at hann kanska hevur gjört sín besta tónleik nakrantíð. Kom og hoyr ein av okkara allarbestu föroysku listafólkum, tá ið Lyon Hansen kemur at framföra á G! 2025.

Vanliga avdúka vit hvönn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Föroyskt vika, tí práta vit bert um föroysk növn og avdúka hvönn dag í vikuni enn eitt frálíkt föroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, jazzygold, Lyon Hansen og nógv onnur.

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 
Tú mást fara!

28 Apr 2026
We are delighted to reveal the final names joining the line-up for G! Festival this year.

That means a full 12 exciting new additions. 12 more great reasons to come to G! Festival on 16–18 July this year. Read more »

7 Apr 2026
Collignon and 3 more exciting names

This week, we’re unveiling more exciting things coming to G! this summer – including who will open the beach stage and a special themed day taking over the festival on Friday. These are distinctive na… Read more »

18 Mar 2026
Ásgeir and three more names announced for G!

With last week’s parliamentary elections in the Faroe Islands, we held off for a few days — but now we’re ready to reveal four new artists. A shared thread among today’s names might be a sense of intr… Read more »

4 Mar 2026
Oliver Tree along with three other exciting acts.

Today we’re announcing global star Oliver Tree along with three other exciting acts. Each of them is a little unusual in their own way, yet all of them are captivating. Read more »

20 Feb 2026
Clickhaze and Three More Acts

Today we’re excited to announce four new names at once. One is as rare as a total solar eclipse in the Faroe Islands, another shines like the sun from L.A., one is calm and introspective, and one is b… Read more »

10 Feb 2026
Tamikrest and 3 more exciting names

Today we announce four exciting artists who all share one thing in common: each of them blends different origins and influences in their own way, creating a distinctive and personal sound. Read more »