20 Jul 2024

Tak börnini við á G! leygardagin

 

Stóra barnatiltakið á G! við Angelu og Hannibal verður leygardagin kl 12.00 til 14.30 á Spæliplássinum og heldur fram frá 14.30 til 16.00 á Sandinum. Börn 12 ár og yngri sleppa ókeypis á G! í fylgi við vaksnum.

Freya syngur
Rógvi 
Sanglöta við Rasmus Vigant Samuelsen
Vit fara öll at kappast!!!
Djkingz syngja
Angela presenterar
HA HA oyggin ”brot”
Kom og dansa við Yanno!
Skattaveiða við Kokk og Klauvn, 

Pony ríðing
Fríggjadagin 16.00-20.00
Leygardagin  15.00-19.00

Á spæliplássinum á G! verður nógv stuttligt og nógvur góður tónleikur til alla familjuna. Börnini fara at síggja Angelu og Hannibal royna seg sum gandakallar, men tað fer nokk ikki at eydnast, tað er ikki lætt at kappast, tá ið Hannibal snýtir allatíðina.

Tað fer nokk at ganga betur, tá ið Rógvi fer at ganda, tí at hann er rættur gandakallur, og hevur altíð nógv spennandi at vísa börnunum. Eftir sum G! er ein tónleikafestivalur, skulu börnini eisini sleppa at hoyra nógvan tónleik og kunnu tey sjálv sleppa at syngja.

Rasmus, sum börnini hava sæð í sjónvarpinum, fer at hava sanglötu saman við börnunum, og vælumtóktu Dj Kings og Freya fara at syngja nakrar sangir.

Tey sum enn ikki hava sæð HA-HA oynna, kunnu njóta brot úr góða sangleikinum.

Börnini verða heldur ikki snýtt fyri at sleppa at flyta seg, tað syrgir Yanno fyri við sínum dansi, saman við bönunum

Einki barna G! uttan ponyríðing, andlitsmáling og skapandi verkstað, og mann ikki onkur sjórænari fara at koma framvið?

Vit gleða okkum at síggja tykkum á barna G!

24 Jun 2025
G! kicks off at the campsite on Wednesday, July 16th

If you haven’t already dug out your tent, now might be the time to do it. Read more »

17 Jun 2025
Sissal to perform at G!

She just took the world by storm with her powerful voice, making history as the first Faroese artist ever to reach the Eurovision final — broadcast live from the stage in Basel. Read more »

3 Jun 2025
The 2025 Lineup Is Ready

G! 2025’s daily lineup is out, and single-day tickets are now on sale. Read more »

27 May 2025
Bring the children to G!

G! is a party for children too! The best day of the year! Read more »

20 May 2025
öð

Benjamin Djurhuus leads this new band öð, which merges a unique palette of sounds. Read more »

20 May 2025
VAVAÐ

VAVAÐ is a new collaborative project between poet Rannvá H. Glerfoss and musician Sjúrður D. Tróndheim. Read more »