Forkela kræsnu gómarnar
ROKK BBQ toymið, Sólfinn Danielsen, Jákup Sumberg og Benjamin Petersen bjóða nakað so spennandi sum natúrvín og sjógæti, fríggjadagin frá kl. 17:00-20:00, hjá Rönn.
Við sær hava teir nakrar leskiligar flöskur av brandgulum náttúruvíni, sum er hvítvín, gjört á sama hátt sum reyðvín.
Afturvið verður ein “gumborættur”, við íblástri frá amerikanska suðurstatinum, blandað við föroyskum rávörum.
Eisini hettar kanst tú uppliva á G! í ár, umframt tí ótrúligu skránna, og tí mást tú fara!