19 Jul 2024

Fríggjadagur á G! Festivalinum

Enn ein dagur við tónleiki og góðum lag stendur fyri framan!

Eftir ein fantastiskan hósdag, har veðrið brádliga skifti frá gráum regni til sól, hita og strondveitslu, er G! Festivalurin til reiðar at bjóða tær enn ein minniligan dag.

Tónleikurin, felagsskapurin og góða lagið settu veruliga sín dám á hósdagin. Fólk hugnaðu sær á sandinum og á sjónum við sauna og hitapottum. Sólin og vesturskinið gjördu dagin til eina ógloymandi vakra byrjan upp á festivalin.

 

Fríggjadagurin á G! byrjaði longu kl. 10 við at fólk kundu keypa sær morgunmat bæði í niðaru hædd í Valhöll í Syðrugötu og í ovaru hædd í Víkingahúsinum í Norðagötu.

 Kl 11 byrjaðu tiltök við kjaki og práti í Fjósinum, og í Töting er croquis tekni verkstova við livandi modelli, og um eitt lítið bil kl. 12.00 fara fólk til gongu úr Leirvík um fjall til Götu.Tónleikurin byrjar í Fjósinum kl. 16 við kvinnukórinum Silvitni.

Millum best umtóktu növnini á skránni í dag eru uttan iva Highasakite og okkara egna superstjörna, Eivör

Onnur hæddarpunkt eru gravarmálmstónarnir frá Hamferð, og dansivinarligi afro-popparin JJ Paulo, punkstjørnuskotið  Agat, plátuskravarin DJ Quien úr Bolivia, sum býr í Berlin, umframt  legendurnar úr Plúmm, FMA vinnarin Dania O. Tausen, Föroya heitasta soppasúpan Aggrasoppar, hungaligu heims-fólkatónarnar frá Himmerland, Songs From Tin Pan Alley, Alias Morera við Filipi Mortensen, og skotski klaksvíkingurin James Blames.

 

Nýggja staðið Rönn verður eisini karmur um fleiri tiltök, harundir eitt bókmentatiltak hjá forlagnum Eksil, eitt mat-tiltak við sjógæti og nátturúvíni, og frá kl 20 til 02 ein cigar- og whiskeybarr, ið vit kalla RÖYK.

 

Alt í alt bjóðar fríggjadagurin á G! eina pakkaða skrá við spennandi tiltökum og framförslum, sum leggja lunnar undir enn ein dag við væl útvaldum tónleiki, list, mati og góðum stemningi. Stutt sagt upplivingar fyri lívið.

 

Vit síggjast!
 

24 Jun 2025
G! kicks off at the campsite on Wednesday, July 16th

If you haven’t already dug out your tent, now might be the time to do it. Read more »

17 Jun 2025
Sissal to perform at G!

She just took the world by storm with her powerful voice, making history as the first Faroese artist ever to reach the Eurovision final — broadcast live from the stage in Basel. Read more »

3 Jun 2025
The 2025 Lineup Is Ready

G! 2025’s daily lineup is out, and single-day tickets are now on sale. Read more »

27 May 2025
Bring the children to G!

G! is a party for children too! The best day of the year! Read more »

20 May 2025
öð

Benjamin Djurhuus leads this new band öð, which merges a unique palette of sounds. Read more »

20 May 2025
VAVAÐ

VAVAÐ is a new collaborative project between poet Rannvá H. Glerfoss and musician Sjúrður D. Tróndheim. Read more »