FLENNA...SYNGJA...DANSA
...SPÆLA...RÌÐA...TEKNA...RÓPA...KLAPPA. Á spæliplássinum á G! verður nógv stuttligt og nógvur góður tónleikur til alla familjuna.
Börnini fara at síggja Angelu og Hannibal royna seg sum gandakallar, men tað fer nokk ikki at eydnast, tað er ikki lætt at kappast, tá ið Hannibal snýtir allatíðina.
Tað fer nokk at ganga betur, tá ið Rógvi fer at ganda, tí at hann er rættur gandakallur, og hevur altíð nógv spennandi at vísa börnunum. Eftir sum G! er ein tónleikafestivalur, skulu börnini eisini sleppa at hoyra nógvan tónleik og kunnu tey sjálv sleppa at syngja.
Rasmus, sum börnini hava sæð í sjónvarpinum, fer at hava sanglötu saman við börnunum, og vælumtóktu Dj Kings og Freya fara at syngja nakrar sangir.
Tey sum enn ikki hava sæð HA-HA oynna, kunnu njóta brot úr góða sangleikinum.
Börnini verða heldur ikki snýtt fyri at sleppa at flyta seg, tað syrgir Yanno fyri við sínum dansi, saman við börnunum.
Einki barna G! uttan ponyríðing, andlitsmáling og skapandi verkstað, og mann ikki onkur sjóðrænari fara at koma framvið :-)
Vit gleða okkum ordiliga nógv til at síggja tykkum á barna G!