G! armbond í OY - leygardagin 13. juli
Festivalgestir, sum vilja sleppa undan at standa í rað í Götu, tá ið tey skulu hava armbond á, kunnu fara í OY leygardagin, har armbond verða sett á frá kl. 10 á morgni. Hetta verður ein hendingarríkur dagur.
Helgi fer at diska millum kl. 16-20 og veitslukenda orkubumban Sakaris fer á pallin kl. 21. Tiltakið er ókeypis og fyri öll, sum hava hug at koma.
Hettar er samstundis dagurin har prísurin fer 100 kr. upp á fullan prís fyri bæði vikuskiftispass og tjaldingarpláss.