13 Feb 2024

G! kunnger: Alice Boman (SE) 

Alice Boman kemur á G! við sínum eltandi huglagi og nemandi lögum. Hon fekk sítt stóra altjóða gjögnumbrot við lagnum Wating av fyrstu útgávu síni Skisser.

Upprunaliga var tað bara ein demo, sum svenska songkvinnan sendi avstað, við vón um at sleppa í studio at spæla sín tónleik inn ordiliga. Men, tá ið avtornaði, vóru tað júst hesar makaleysu upptökur, ið blivu útgivnar av plátufelagnum Adrian Recordings.

Soleiðis byrjaði tónleikaliga ferðin við útgávuni Skisser. Ráur og reiðiligur tónleikur, við tekstum sum tala söguna hjá teimum við hjartasorg. 

Talan er ikki um nakra skínandi, popputta glansmynd - tvörturímóti. Men letur tú fyrst hesa undurfullu songkvinnu sleppa innum, so sleppur tú ikki av aftur við hennara eltandi huglag.

Hon hevur síðani 2013 givið út fleiri útgávur, og tónleikur hennara mennist alsamt, uttan at hon hevur mist seg sjálva burtur á ferðini. Lög hennara hava verið brúkt í fleiri kendum sjónvarpsröðum; Transparent, Wanderlust og 13 Reasons Why. 

Vit gleða okkum til eina óvanliga nærverandi lötu saman við Alice Boman, ið vit eru sera errin av at kunna bjóða okkara gestum á G! 2024.

Tað er longu greitt, at  Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Einangran (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Specktors (DK) spæla á  G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúka vit eitt nýtt navn. 


Tú mást fara!

14 May 2024
Ragnar Finsson performs at G!

From the annual music competition Sement: Ragnar Finsson Read more »

14 May 2024
Personal Trainer joins the line-up!

Come and work out at G! with your new Personal Trainer! Read more »

7 May 2024
Jamie Grey from the UK joins the line-up!

At G! we love to catch stars in the making. Jamie Grey from the UK is one of those! Read more »

7 May 2024
Teitur performs at G!

Come and experience Teitur perform Poetry & Aeroplanes at G! 2024 Read more »

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »