6 Feb 2024

Aiming for Enrike - Norskir úrmælingar á G! 2024

Norsku Aiming for Enrike eru tveir snildir gandakallar, sum við gittara og trummum megna at vinda munandi meira burturúr sínum ljóðförum enn fólk flest.  Stílurin sveiggjar heilt frá shoegaze til techno, og er mentur gjögnum fimm útgávur. 

Letur tú eyguni aftur, so kanst tú lætt hugsa, at har standa fimm-seks tónleikarar á pallinum, har onkur spælir ljómborð, onkur bass og onkur slagverk. 

Har má vera slept okkurt í drekkivatnið í Noregi í nýggjari tíð. Umaftur og umaftur megna tey at koma við ótrúliga góðum listafólki, bólkum, tónleikarum og lagsmiðjum, öll á so högum altjóða stöði, at tú verður tikin á bóli ferð eftir ferð. 

Landið er jú ikki so stórt heldur, so hettar er í roynd og veru ótrúligt. Ja, Noreg er sanniliga eitt stað tú eigur at halda oyruni opin fyri í hesum dögum.

Komið á konsert og latið tykkum rúnarbinda av evnaríku tónleikarunum og teirra ótrúligu kynstrum, latið tykkum draga við og dansi, sum um tað var ein technoveitsla við einum DJ.

Hetta er bæði tað háfloygda og tað einfalda. Nöktan av heila og kroppi.

Vit eru ógvuliga spent til at uppliva Aiming for Enrike saman við tykkum á G! 2024. 

Tað er longu greitt, at  Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Einangran (FO), Knút (FO), Ash Olsen (NO) og Specktors (DK) spæla á  G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúka vit eitt nýtt navn. 


Tú mást fara!

24 Jun 2025
G! kicks off at the campsite on Wednesday, July 16th

If you haven’t already dug out your tent, now might be the time to do it. Read more »

17 Jun 2025
Sissal to perform at G!

She just took the world by storm with her powerful voice, making history as the first Faroese artist ever to reach the Eurovision final — broadcast live from the stage in Basel. Read more »

3 Jun 2025
The 2025 Lineup Is Ready

G! 2025’s daily lineup is out, and single-day tickets are now on sale. Read more »

27 May 2025
Bring the children to G!

G! is a party for children too! The best day of the year! Read more »

20 May 2025
öð

Benjamin Djurhuus leads this new band öð, which merges a unique palette of sounds. Read more »

20 May 2025
VAVAÐ

VAVAÐ is a new collaborative project between poet Rannvá H. Glerfoss and musician Sjúrður D. Tróndheim. Read more »