14 jul 2023

Túsund takk fyri í dag, síggjast í morgin

Ein sera væleydnaður hósdagur við mongum og glaðum festivalgestum í besta veðri, er í ferð við at vera pakkaður saman.

Í morgin, fríggjadag, koyrir G! víðari við fullari ferð og bjóðar m.a. uppá framførslur við bólkum sum Byrta, When Saints Go Machine (DK), Son’s of the East (AU), Marius Ziska, Högni, 200 og öðrum.

Lagt verður fyri við morgunmati í niðaru hædd í Valhöll frá kl 10 til 13. Síðani verður bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil í Fjósinum kl 14, og kl 17 byrjar so tónleikurin við svenska bólkinum Hialösa, sum spælir siðbundan tónleik úr norðurlondum. Og so eru vit púrasta í gongd við enn ein fantastiskan dag.

Sí skránna her og tak annars appina niður her.

Og so viðmæla vit staðiliga, at tú fert inn á okkara Instagram ella Facebook at síggja myndir og video frá festivalinum, sum koma út so hvørt ígjøgnum dagarnar.

Takk fyri í dagin í dag. Vit síggjast í morgin.

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »