Byrja dagin á G! við góðum morgunmati
Tað er umráðandi at byrja dagin væl. Ikki minst tá ið tú skalt halda til eitt heilt vikuskifti við hátíð, veitslu og hugna.
G! Festival bjóðar tískil öllum festivalgestum at keypa sær góðan morgunmat í niðaru hædd í Valhöll í Syðrugötu, millum kl 10 og kl 13 fríggjamorgunin og leygarmorgunin á G!
Borðreitt verður m.a. við røreggi, laksi, føroyskari rullupylsu, kjøtpylsu, jogurti og øðrum sum hoyrir til eitt gott morgunmatarborð.