14 jul 2022

Æðrasoppar enda veitsluna fríggjadagin

Æðrasoppar eru støðugt umskiftiligir, eins og tankarnir. Um tú hugsar eitt, hugsar tú skjótt tvey, og soleiðis eru Æðrasoppar eisini. Ein ósamanhangandi streymur av øllum, sum tú ynskir tær og/ella ræðist.

Tá man fer til framførslu hjá Æðrasoppum, rópar mann ofta "Æðrasoppar!", og mann verður glaður, tí tað er eitt fínt orð at rópa. Soleiðis er tað. At vera á konsert hjá Æðrasoppum er sum tá mann vaknar 10 minuttir áðrenn vekkarin ringir og leggur seg aftur og liggur so óendaliga væl og sovnar lætt og hvílir væl og droymir ótrúliga nógv um gerandisligar støður, sum eins væl kundu verið veruligar. 

Æðrasoppar og G! festivalurin hanga saman sum súreplið og súreplatræið. Eitt er tað eina, og hitt er hitt.

Æðrasoppar syrgja fyri endaballinum á Spæliplássinum fríggjakvøldið (leygarnáttina) kl. 02:30.

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »