29 Jun 2022

Tónleikaskráin er kunngjørd fyri G! 2022

Festivalfyrireikingarnar eru veruliga farnar í gongd, og tað byrjar bæði at merkjast og at síggjast í Syðrugøtu. Tí eru vit spent endaliga at kunngera 12 nøvn afturat skránni á G! 2022, sum nú kann sigast at vera púra liðug.

Í tónleikaskránni eru 45 bólkar, sum spæla á G! yvir 3 dagar – hesir eru úr USA, Trinidad & Tobago, Brasilu, Ísrael, Bretlandi, Ungarn, Sveis, Norra, Íslandi, Svøríki, Danmark, og sjálvandi úr Føroyum. Festivalurin í ár verður sum vit kenna hann undan koronu og fer enn einaferð at seta altjóða dám yvir Syðrugøtu.

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari í tvey áratíggju og hevur við sínum fangandi, nærlagda og melankolska tónleiki vunnið hjørtuni á bæði føroyskum og útlenskum áhoyrarum. Guðrið hevur spælt víða um og hevur verið á fleiri tónleikaferðum í eitt nú USA. Nú er hon aftur aktuell við 6. solo útgávu síni, við heitinum “Gult myrkur”, sum hevur verið sera væl móttikin. Løgini “Blátt myrkur” og “Træ”, har Gurðið syngur saman við Eivør, hava verið nógv spæld í føroyskum og týskum útvarpi. Nýggja útgávan er persónlig, erlig og beint frá hjartanum.

Tina Mellem er eitt nýtt føroyskt stjørnuskot, sum vit øll kenna aftur frá X-Factor í Danmark. Tina skuldi spæla síðsta ár, men vit fingu ongantíð høvið at uppliva hana á G! 2021 – men tað var eitt stórt ynski at fáa hana aftur á skránna í 2022.

Lena Anderssen er ein av okkara fólkakæru songkvinnum, sum hevur verið fulltíðarvirkin í á tónleikapallinum, bæði í Føroyum og uttanlands í mong ár. Við fimm útgávum í rygginum og tí sættu – State of the Land – ávegis, fer Lena við bólki at framføra bæði eldri løg og nýggjar sangir á Sandinum fríggjakvøldið 15. juli.

Tá ið grundin letur upp hóskvøldið, verður tað í nýggjum hami. Alt hóskvøldið fara vit at hoyra tungmálm í grundini. Og, sum nakað sera forkunnugt, fara vit at uppliva SIC á palli fyri seinastu ferð, mannaðir við Eddie, Frans, Gudmari, Magnusi, Bartali og øðrum gestasangarum. Eisini fara vit at hoyra Impartial, sum spæla melodiskan tungmálm. Teir vunnu Wacken Metal Battle fyri nøkrum árum síðan, og líkt er til, at bólkurin nú hevur tikið stafettina sum oddabólkur á sterka føroyska tungmálmspallinum. LLNN, Katla, og Iotunn spæla eisini í Grundini hóskvøldið.

Terr er ein garvaður tónleikaframleiðari úr Brasil, men við stöð í altjóða býnum Berlin, har hon eisini rekur sítt egna plátufelag. Hon kemur at diska pumpandi elektrotónar í Grundini fríggjakvøldið. Tarante Groove Machine er ein bólkur úr Ísrael, og kann kallast ein ordans PARTY bólkur, sum spælir alt frá samba, reggae til balkan-tónleik – og teir eru seinasti bólkur á pallinum á G! 2022.

Svenska Lucky Lo spælir eisini eina solo konsert á Spæliplássinum fríggjakvøldið, og bretin Phat Phil Cooper kemur beinleiðis úr Ibiza at diska fyri okkum í Grundini.

Kristni blues og americana bólkurin Blátt Gras setir festivalin í gongd á spæliplássinum hósdagin; feskasti rokkbólkurin í Føroyum í løtuni Eimyrja spælir leygarkvøldið í Grundini áðrenn electro-pop songkvinnuna FRUM. Føroyski Hallur Kárason, sum diskar undir navninum Atlas, kemur eisini at spæla í Grundini fyri fyrstu ferð.

Skráin fyri fjósið og barnatiltakið verður kunngjørt í næstum.

28 Nov 2024
KALEO is set to ignite the sands of Gøta!

Today, the Icelandic band KALEO is a globally recognized name, but their journey with G! Festival began humbly. Back in 2014, they performed at a small playground in Gøta. Read more »

26 Nov 2024
Marius DC brings Faroese rap to the stage at G! Festival

At just 21 years old, Marius DC has already established himself as a standout voice in Faroese music. Read more »

25 Nov 2024
Hallur Joensen brings country to G!

The Faroese country star Hallur Joensen is set to shine at G! Festival, we are proud to have him as the our first announcement for G! 2025. Read more »

19 Jul 2024
  Satisfy your taste buds

The infamous ROKK BBQ team, Sólfinn Danielsen, Jákup Sumberg, and Benjamin Petersen, offer something as exciting as natural wine and seafood, on Friday from 17:00-20:00 at Rönn. Read more »

19 Jul 2024
Friday at G!

Another Day of Music and Good Vibes Awaits! Read more »

19 Jul 2024
The Hike from Leirvík to Göta Over the Mountain will be at 12 PM

  The hike will now start at 12 PM from Leirvík, not at 2 PM as previously announced. Register at paulajespersen@gmail.com or by phone at 229098 - limited availability. Meeting point: Á Bakka 8, Lei… Read more »