22 Apr 2022

G! Festivalurin nærkast og vit hava lagt 10 növn afturat skránni í ár.

Vit byrja at merkja summarið nærkast, fyrstu lombini eru komin, grasið verður grönari og næturnar ljósari - hetta merkir at G! fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og at vit skjótt aftur sleppa á festival! 

Aftaná eina framúrskarandi útgávu við heitinum “Cazador de Ostras” er Teitur í topformi og klárur at traðka á pallin aftur á Götusandi í 2022. Tað eru longu 4 ár síðan, at Teitur framfördi á G! seinast, og tað gleðir okkum at síggja hann aftur á skránni. 

Tinganest er ein bólkur, sum ikki nýtist nakra intro. Landaplágu aftaná landaplágu hava vágarokkaranir verið at hoyrt í føroyska kringvarpinum í nærum 40 ár, og lukkutíð fyri okkum, eru teir enn virknir. Teirra glöggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi lög hava givið bólkinum eina heilt serliga stöðu í føroysku tónleikasöguni. Eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest.

 Undangongumaðurin Brynjolfur hevur verið ein virkin framleiðari og diskari í nógv ár. Hann hevur spælt á klubbum og festivalum í öllum Europa, vit kunnu millum annað nevna Roskilde Festival, Sónar, Distortion Festival, Hör í Berlin og G! Festival, har hann hevur verið fastur gestur á elektroniska pallinum í Grundini. 

Brynjolfur hevur eisini spælt fleiri rúnabindandi live konsertir og við framúrskarandi ummælum á bakið. Men vit hava ikki upplivað Brynjolfur LIVE her heima, síðan hann spældi eina kókandi konsert á Götusandi við slóðbrótandi techno industrial bólkinum Side Effect í 2006. Í summar sleppa vit so endiliga aftur at hoyra Brynjolf live, tá hann vid manning spælir á Spæliplássinum. 

Syðrugöta er ikki bert heimið hjá okkara gandakenda G!. Lítla bygdin hevur eisini gjögnum árini fostrað fleiri stjörnuskot í föroyskum tónleiki, og á G! 2022 kunnu vit bjóða tí undurfullu Elinborg aftur á pall, tá hon leggur leiðina framvið heimbygdini, har vit sleppa at hoyra nógv nýtt tilfar, sum hon hevur smíðað saman. 

Vit fáa eisini vitjan av countronica bólkinum Kóboykex við Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen á odda, av loyniliga blómupunk-dögurðaslangs-semi-superbólkinum Æðrasoppar, og frísku sjeikunum í RSP - teir hava futtað upp föroysku undirgrundina, síðani teir byrjaðu á Soundcloud fyri nökrum árum síðan, og teir eru eisini við í Sement finaluni í ár. 

LLNN er ein danskur undirgangs, sci-fi, hardcore-sludge málmbólkur. Tónleikurin er myrkur, ræðandi, disharmoniskur, áleypandi og filmiskur. 

Og so fáa vit vitjan av fólkatónleika bólkunum Kakalorium úr Skåne og ungarsku Zoord. 

Alt í alt ein sera fjølbroytt skrá við tónleiki úr øllum heimsins hornum. Júst so sum tað eigur at vera. 

Atgongumerkini til G! Festivalin fáast á heimasíðuni, og um tú keypur áðrenn 10. mai, sparir tú 300 krónur, samanborið við prísin við dyrnar. 

Vit síggjast á G! 2022 

29 Nov 2023
Of Monsters and Men at G! Festival 2024

The G! Festival is thrilled to announce that the Icelandic indie rock sensation Of Monsters and Men will be performing at next year’s festival. Read more »

15 Jul 2023
Listen to the G! Saturday Playlist

Saturday is upon us, get ready for another day of great music by listening to our Saturday playlist. Read more »

14 Jul 2023
Listen to the G! Friday Playlist

After the first day of G!, we get ready for Friday with the official playlist. Read more »

12 Jul 2023
Listen to the Thursday Playlist

G! Thursday is almost here! We are so excited to present the official Get Ready for G! Thursday playlist, featuring some of the best songs by the artists that will grace the stage on G! Thursday Read more »

9 Jul 2023
Unconscious___Conscious Materiality I - Materiality, Zones Between the Sea and the Land

The 14th of July from 14.00-17.00 pm Eksil organizes an international literary event at the G! Festival in the old barn known as Fjósið. Featuring a meeting between Scotland, Wales and the Faroe Isla… Read more »

9 Jul 2023
DJ Bjørn Hentze Bech

We invite you to an unforgettable DJ event, presenting "Oldies Goldies"! Get ready for a musical journey back in time to the 50s and 60s as our DJ takes the stage with the most iconic hits from this g… Read more »