24 Aug 2016

Nigel Kennedy

G! Festival í samstarvi við Norðurlandahúsið presenterar: Nigel Kennedy

 Tickets Here

Í meir enn 25 ár hevur bretski violinleikari, Nigel Kennedy, verið viðurkendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara sermerkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest í øllum heiminum – nakrantíð.

Tónleikur hansara røkkur tvørturum øll tónlistarlig mørk og ættarlið. Samstørv hansara við Jeff Beck, The Who og Kate Bush, sum hevur givið honum æruna fyri at breiða klassiskan tónleik út til alt fólkið, hava givið tónleikinum í 21. øld nýggjan íblástur. George Martin sáli, legendariski framleiðarin hjá the Beatles, segði Nigel hava “gjørt meir enn nakar annar fyri at sameina rútmisku og klassisku tónlistaheimirnar”.

Nigel, sum er eins tryggur við Elgar og Duke Ellington, byrjaði í 90unum at broyta ímyndina av klassiskum tónleiki við síni útgávu av Fýra Árstíðunum hjá Vivaldi. Við yvir trimum milliónum eintøkum seldum, sló útgávan øll met, og staðfesti, at tað ikki er neyðugt at lata seg í sum ein bankastjóri fyri at spæla klassiskan tónleik, ella síggja út sum um tú ert til jarðarferð, tá tú lurtar.

Stutt sagt hevur hann prógvað, at góður tónleikur er góður tónleikur!

Við ‘BACH hittir KENNEDY’, gongur Nigel Kennedy enn einaferð frammaundan, og bjóðar okkum eina skrá, har hann fagnar tónleikinum hjá Johann Sebastian Bach. Verk hjá Bach verða sett saman við hansara egnu jazzutu útgávum við gittari, trummum og kontrabassi, og soleiðis verða áhoyrararnir tiknir við á eina spennandi ferð frá barokki til nútímans tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki, jazzi, keltiskum tónleiki, fólkatónleiki og rokki.

Tað er ein stór æra og fragd at bjóða føroyingum Nigel Kennedy.

14 May 2024
Ragnar Finsson performs at G!

From the annual music competition Sement: Ragnar Finsson Read more »

14 May 2024
Personal Trainer joins the line-up!

Come and work out at G! with your new Personal Trainer! Read more »

7 May 2024
Jamie Grey from the UK joins the line-up!

At G! we love to catch stars in the making. Jamie Grey from the UK is one of those! Read more »

7 May 2024
Teitur performs at G!

Come and experience Teitur perform Poetry & Aeroplanes at G! 2024 Read more »

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »