6 Jul 2021

G! kannar allar festivalgestir fyri koronu ókeypis

Tað er eitt samstarv millum G! og Thetis, ið ger tað møguligt at kanna allar festivalgestir ókeypis á ársins festivali, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G!.

 

- Hetta er eitt av mongu átøkunum, vit hava lagt orku í fyri at minka um vágan fyri smittuspjaðing á festivalinum, sigur Sigvör Laksá, stjóri á G! festivalinum og kunnger, at allir festivalgestir eldri enn 12 ár skulu lata seg kanna áðrenn festivalin – eisini tey sum eru koppsett ella hava havt koronu. G! hevur heitt á Thetis um at samstarva, og Thetis hevur síðani bjóðað seg at kanna allar festivalgestir ókeypis. 

 

- Vit hava verið í góðum dialogi við koronuráðgevingina í samband við fyrireikingarnar, og gleðast eisini um at Thetis vil hjálpa okkum við hesum. Á Thetis fegnast tey um at tey á henda hátt kunnu stuðla mentanarlívinum. Vit koma at pota og greina 4000 uppá stutta tíð fyri at gera ein tryggari festival, sigur Sigvør Laksá og leggur afturat, at talan er um vanligar PCR kanningar. Tó verða kannað 20 í senn, og er onkur positivur, verður greinað nærri hvør tað er.

Týsdag og mikudag áðrenn festivalin frá kl. 10.00-19.00 kunnu festivalgestir fáa eina ókeypis koronukanning, samstundis sum tey fáa armband á í SMS í Tórshavn og í Losjuni við Gøtugjógv umframt kl. 10-11 á flogvøllinum. 

 


Snild armbond eisini eitt amboð

 

G! festivalurin tekur nýggja atgongumerkjaskipan í nýtslu í ár, har armbondini eru elektronisk. Hetta ger, at um ein festivalgestur fær staðfest koronu við kanningina áðrenn festivalin, verður armbandið gjørt óvirkið og atgongumerkið verður endurgoldið. Um kanningin er negativ, fær ein fráboðan umvegis SMS út á kvøldið/náttina og kann frítt koma á festival. Tað er umráðandi at fara inn á heimasíðua coronatest.fo og skráseta teg til kanningina, áðrenn tú møtir upp.

Í samband við serligu atlitini letur tjaldingarøkið ikki upp mikudag sum vant, men hósdagin 15. juli kl. 12.00. Við hesum verður tryggjað, at allir gestir á tjaldingarøkinum hava fingið negativa koronukanning áðrenn festivalin.


Vís negativa test fyri at keypa atgongumerki við dyrnar

Um ein ikki er kannaður við áseting av armbandi týsdag og mikudag, ber eisini til at fáa armband við festival-inngongdina. Tá skalt tú vísa eina negativa koronu-kanning, sum er í mesta lagi 72 tímar gomul. 

Hesar kunnu takast á kanningarstøðum kring landið, ið síggjast á www.corona.fo – men Thetis bjóðar eisini ókeypis kanningar til festivalgestir hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00-12.00 hjá Thetis í Tórshavn, í Losjuni við Gøtugjógv og á flogvøllinum. Minst til at kanna teg dagin fyri tú ætlar tær á festival, tí svar kemur helst ikki fyrr enn út á kvøldið/náttina.  

 

Gestir úr útlandinum skulu bíða 4 dagar

Fyri festivalgestir, sum koma úr útlandinum, eru almennu tilmælini galdandi; Tey skulu lata seg kanna 4. dagin eftir komu. Tað vil siga, at fyri at sleppa á festival skulu hesi koma til landið minst 4 dagar áðrenn festivalin, og vísa á eina negativa roynd á 4. degi eftir komu. Hetta er eisini galdandi fyri gestir úr útlandinum, sum eru koppsettir.

15 Jul 2022
Teitur vendir aftur at hátíðarhalda summarið í Syðrugøtu

At G! er komið aftur eftir tvey ár í dvala merkist veruliga í føroyska tónleikaumhvørvinum, ið hevur saknað at kunna savnast til hátíðina, ið fagnar føroyska tónleikinum í fagrasta hásummarveðri. “Sum… Read more »

15 Jul 2022
Sand, simplicity and shared humanity take centre stage with José González

Equipped simply with a nylon-string guitar and a kind authenticity, Swedish-Argentinian singer-songwriter José González has no issues selling out the biggest venues in London or Sydney or anywhere in… Read more »

14 Jul 2022
Icelandic Daði Freyr fires up the North Atlantic beach party

Icelandic musical mastermind Daði Freyr already had a substantial repertoire in his native language behind him when he decided to make up the new fictitious band ‘Gagnamagnið’ and compete in Eurovisio… Read more »

14 Jul 2022
Elinborg performs new EP at G!

G! 2022 will witness Elinborg revealing the new music she has been working on the last couple of years. Lately her style has started flirting with electropop, and in addition to the newly released sin… Read more »

13 Jul 2022
Forty-four years of rocking the boat, and there’s no stopping in sight

Carlene Carter is the embodiment of women pushing boundaries, expressed through the deep roots of country. A girl born into the legacy of generations perpetuating Southern Americana music, her rebelli… Read more »

13 Jul 2022
Join Iotunn on an extreme metal journey into the cosmos

At G! 2022 metal band Iotunn invites the festival guests to join on a hi-tech and hard-hitting expedition into the cosmos and - possibly - back again. Equipped with their newest album “Access All Worl… Read more »