Kom og dansa við Spælimonnunum!
Tak tín hjartans kæra skatt undir armin og kom í Fjósið til Kristian Blak og Spælimenn hansara!
Á G! er okkurt at hoyra til einhvønn gest. Men vit ynskja eisini at einhvør gestur kemur til einhvørja konsert - og hesa skalt tú koma til. Fer orkumikli fólkatónleikurin beint í føturnir á tær og tú kann ikki annað enn at dansa? Jamen, so síggjast vit! Passar áðurnevnda lýsingin ikki aakkurát til tín, men hava vit fangað títt forvitni alíkavæl? Fínt, tað er ein avtala, vit síggjast.
Spælimennirnir klokkan 23.15 í Fjósinum, vinir! Enn eina ferð, síggjast!