19 Jun 2019

Spytt i Panne Teater - Quotes/Myrkur 3.0

Í sjónleikarafelaganum Spytt i Panne Teater (SiPT) eru í dag 7 leikarar í aldrinum 14-35 ár. Bólkurin heldur til í Bergen í Norra og varð settur á stovn í 2015. Stovnarin var tann tá bert 14 ára gamla Johanne Eikehaug Adriansen.

Johanne er bæði, leikhússtjóri, pallstjóri, leikari, handritshøvundur og stendur fyri framleiðsluni í SiPT. Henni dámar sera væl at ganga egnar leiðir og hevur við Quotes gjørt eina pallseting, sum er heilt serstøk.

Quotes

Hvussu nógv vald hevur ein tanki? Hvussu sterk er ein kensla? Hvat stýrir lívinum?

Quotes granskar tað torgreidda menniskjasinnið og vísir sálarliga heilsu úr ymsum sjónarhornum sædd innanífrá. Leikurin viðger tað, ið hendir í høvdinum á einum persóni, og rannsakar, hvussu vit verða ávirkað av hugsanum og kenslum, innaru bardøgum og tvídráttum í strembanini eftir tí algilda spurninginum: ”Hvør eru eg?”

Í hugvekjandi verð leikhússtjórans smelta íblástur og hugskot saman við tíðarleysum vísdómsorðum, tey sokallaðu Buddha Quotes. Tankar, kenslur, sambond og leitan eftir samleikanum spæla upp ímóti hvørjum øðrum í hesi framførslu, sum í roynd og veru bara snýr seg um okkum sjálvi.

Quates er sera sniðfundiga gjørdur, og fær hetta áskoðaran bæði at uppliva og síggja framførsluna á ein serstakan hátt. Spytt i Panne Teater tekur okkum við á eina hugvekjandi ferð gjøgnum eitt fløkjaligt sinni, har vit verða drigin inn í kenslurnar meira enn inn í tað, ið hendir.

Upprunaliga var leikurin ætlaður ungum- og vaksnum fólki. Men tað gleðiliga er hent, at í Noregi hevur tað víst seg, at leikurin hóskar líka væl til børn heilt niður í 10 ára aldur. Sagt verður frá, at bæði børn og vaksin skifta orð um tað, ið kemur fram í Quates, í langa tíð eftir, at tey hava sæð leikin.

Tónleikurin hjá Eivør er ein týdningarmikil partur av Quotes og fleiri av persónunum í leikinum eru skaptir við íblástri í hesum.

24 Jun 2025
G! kicks off at the campsite on Wednesday, July 16th

If you haven’t already dug out your tent, now might be the time to do it. Read more »

17 Jun 2025
Sissal to perform at G!

She just took the world by storm with her powerful voice, making history as the first Faroese artist ever to reach the Eurovision final — broadcast live from the stage in Basel. Read more »

3 Jun 2025
The 2025 Lineup Is Ready

G! 2025’s daily lineup is out, and single-day tickets are now on sale. Read more »

27 May 2025
Bring the children to G!

G! is a party for children too! The best day of the year! Read more »

20 May 2025
öð

Benjamin Djurhuus leads this new band öð, which merges a unique palette of sounds. Read more »

20 May 2025
VAVAÐ

VAVAÐ is a new collaborative project between poet Rannvá H. Glerfoss and musician Sjúrður D. Tróndheim. Read more »