MATGUIDE: Hetjan er fyri ongum, um hon gongur tyst og svong!
Á G! er tó hvørki grund til at ganga kaldur, tystur ella svangur og keða seg. Her er eitt yvirlit yvir sumt av tí, sum básar, matbilar og festivalurin annars bjóðar.
Sum nakað nýtt bjóðar Vistgrøði í ár kaffi og morgunmat longu frá klokkan 10 til tey morgunfrísku. Á festivaløkinum finnur tú eisini ein Asian Foodtruck, sum bjóðar tær lættan og góðan streetfood, sum stóðst tú í Ho Chi Minh, Vietnam.
Og tú skalt sjálvandi ikki snýta teg sjálva fyri eina nýbakaða risapannukøku við ísi, banan og Nutella. Hesar eru at fáa frá Pannukøkubúðini, sum eftirhondini er líka fast límað í G! sum amen er í kirkjuni.
Í tjaldinum hjá Hvonn er mangt gott á matskránni til bæði morgunfólk og náttarravnar: sushi, tvíflís, nachos, øl, vín og annað gott at drekka.
Eisini er góður føroyskur matur, so sum turrur fiskur og breyð við góðum viðskera, at fáa á hugnaliga festivaløkinum. Og sjálvandi køkur, kaffi og øl.
Tá tú ert mett og væl sett, kanst tú passaliga ragga tær yvir í sølubásarnar. Har fært tú eitt breitt úrval av feitum troyggjum, t-troyggjum, svimjiklæðum og enntá undirklæðum.
Streetware handilin Útilív er eisini á G! Í ár fokusera tey uppá surfing og skating. Og um tú ætlar tær okkurt nýtt plagg, so finnur tú eisini handilin Hallbera, FÍL, Elsabech og Insito á G! Um tú hevur gloymt svimjiklæðini heima, ber til at keypa svimjidrakt ella bikini í Insito. Og tú kanst sjálvandi eisini ogna tær ársins G! troyggju frá Navia.
Ert tú í svaka lagnum, ber eisini til at fáa sær okkurt litríkt í hárið ella eina spreytatovering. Gevið gætur: Tatoveringin fer av í morgin.
Njót eina kalda øl frá Okkara í einum (ella fleiri) av mongu øltjøldunum.
ella ert tú kanska til ein svalandi drykk frá cocktailbarrini mitt á handilsgøtuni?
Kiosk Vár er eisini á G! Her fæst ymiskt góðgæti og poppkorn - og um mann er í heita lagnum, ber eisini til at keypa ís og krapa!
Tú kanst fáa eina mentanarliga innspræning av teimum heilt álvarsamu í Fjósinum, sum verður karmur um upplestur, tónleik, samrøður við nøkur av teimum størstu frá føroyska mentanarpallinum. Minst eisini til at fara rannsóknarferð millum listaverkini og hini mentanarligu tilboðini á festivalinum.
Gloym ikki pottarnar! Fá tær eina heita og góða uppliving á sandinum áðrenn konsertirnar - ella njót tónleikin í vatninum.