29 Jun 2018

Fjósið, leygardagur 14. juli

Makaleysi, margháttligi G!mentanarpallurin, Fjósið í hjartanum á Syðrugøtu verður aftur í 2018

Kl.11.00

Guðstænasta

Gudstænastan fylgir vanligari liturgi við sálmasangi, bønum, lestri, prædiku og altargongd. Í ár prædikar Emil Olsen, sóknarprestur á Eiði. Eftir gudstænastuna verður drekka í hoyggjhúsinum.

 

Kl.14.00 

ILU:MINATI

Ein leikur eftir Sóley Danielsen.

ILLUMINATI innkallar teg til aðalfund felagsins í Fjósinum 14. juli kl. 14.00.

SKRÁ:


- Upptøka av nýggjum limi.
- Orgultónleikur
- Undirminering av føroyska samfelagnum
- Felagssangur
- New World Order

Allir limir verða bidnir um at møta í búna og masku.
Fundur endar áðrenn HM-dystin kl. 15, sum samb. avtalu endar 2-1 til okkum.

Leikbólkurin Pýramida bjóðar til opna venjing, har ein brellbiti av nýskrivaða leikinum ILLUMINATI verður sýndur, og konseptið roynt fyri fyrstu ferð.

 

Kl.15.00

Lær at skriva

Kom og lær at skriva yrkingar ella stuttsøgursøgur. Svensk-amerikanski yrkjarin og professarin í skriving Johannes Göransson frá University of Notre Dame fer at tosa um, hvussu vit kunnu læra at skriva. Á tiltakinum kemur hann inn á týðing og á hvussu umráðandi tað er at lesa annaðleiðis tekstir fyri at vera førur fyri at skriva sjálv/ur.

Kendastu bøkur hansara eru m.a. POETRY AGAINST ALL; Transgressive Circulation: Essays on Translation; The Sugar Book; Dear Ra (A Novel in Flinches).

Tiltakið er fyriskipað av Forlagnum Eksil.

 

Kl.16.00

Perfomance Art

Nordic Islands Actions in Nature er altjóða performance samstarv við listarfólkum úr Føroym, Danmark, Svalbard, Svøríki, Finland, Álandi, Kolombia, Malaysia og Irak. Í eina viku (08/07-15/07) fara listarfólkini at ferðast kring Føroyar, har tey fara at vitja heimildarfólk og læra um lokalan sið og mentan í samband við føroyska umhvørvið. Henda vitanartilgongd verður grundarlagið fyri einari røð av performance verkum í Hovi, Tórshavn og Nólsoy. Føroyska NIAN samstarvið endar við forvitnisligum performance verkið leygardagin 14. Juni kl. 16.00 – 18.00 í Fjósinum á G!.

Tey luttakandi eru:

Peter Rosvik, Finland, Kaisa Lukkonen, Finland, Stein Henningsen, Svalbard, Joakim Stampe, Sweden, Chuyia Chia, Sweden/Malaysia, Ursula Sepponen, Åland, Sara Gerats, Svalbard, Mauritz Tistelo, Sweden, Lilibeth Rasmussen, Denmark, Búi Rouch, Faroe Islands, Sunniva Mortensen, Faroe Islands, David Lopez, Colombia, Ali Al-Fatlawi, Iraq, Wathiq Al-Ameri, Iraq.

COMLAB, Performance Køkkenet, Artic Actions og Åland actions samskipa NIAN 2018.

 

Kl.18.00

Amatøroyar

Um tú ikki hevur hoyrt Amatøroyar, so hevur tú eitt kempi problem. Konseptið er einfalt. Tað er ein podcast. Tveir opinskáraðir amatørar tosa um alt. Uppleggini eru spontan. Málið er fullkomiliga off, og vidhvørt sita eygleiðingarnar. Amatøroyar er í stuttum ein passionerað samrøða millum tveir vinmenn, har tú kanst lurta við. 
Amatøroyar byrjaði í oktobur 2017 og hevur spakuliga ment seg til at hava fleiri túsund lurtarar í Føroyum og uttanlands. Amatørarnir eita Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen.
Á G! hava teir ein live podcast við eygleiðingum, sum hóska til høvið. Ting, sum skulu steðgast. Ting, sum eru kul. Ting, sum eru absurd. Ting, sum teir eru við uppá. 
Alt verður innanfyri revsilógina, men annars fullkomiliga uttanfyri námsfrøðiligt tamarhald. 

Hita upp til G! framførsluna við at lurta eftir Amatøroyar á www.soundcloud.com/amatoroyar ella fylg teimum á www.facebook.com/amatoroyar og www.instagram.com/amatoroyar. 

 

Kl. 19.00

RINGrás 

Ein leikur eftir Riu Tórgarð.

Ein tónleikabólkur hittist. Tey skulu venja. Tey hava vant saman fyrr – ofta – tey hittast regluliga fyri at venja tónleik saman. 6 fólk, sum øll hava sínar persónligu eginleikar, dreymar, ynski, samleika og tráannir. Men er tað tónleikurin, ið er drívmegin, sum ger at tey finna saman í ein bólk? Ella er tað okkurt heilt annað? Persónlig áhugmál, konfliktir og intrigir gera, at symbiosan, ið er neyðug, fyri at kunna skapa saman, ikki hendir. Felagskenslan og kærleikin til tónleikin verða skúgvað til viks. Hetta er ein absurd kommedia og ein tragikomiskur sorgarleikur, um menniskju, ið hava ilt við at finna kamartónan, at finna seg til rættis í felagsskapinum – ella í felags skapandi rúminum, sum tónleikur annars er ímyndin av. Sýningin er orkumikil og inniheldur sjónleik, tónleik, dans, sang og sterkar, ógvusligar kenslur. Tað er MáF, ið varðar av hesum sjónleikararhópinum, sum er boðin at luttaka á Altjóða Sjónleika Festivali í Litava í summar. Leikurin er bygdur upp soleiðis, at ikki er neyðugt hjá áskoðarunum at skilja dialogin, ið fer fram á pallinum. Dentur verður lagdur á kropsligan leik og kenslur, ið eru so mikið alment menniskjansligar, at okkum ikki nýtist at skilja hvørt orð, ið sagt verður. Ria Tórgarð leikstjórnar og hevur skrivað leikin. Leikarar eru: Petur Meinhard Ellebye Andersen, Ebba Malena Debess Thomsen, Baldur Meitil, Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, Bjørk Búadóttir Tórgarð og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. 

 

Kl.21.00

Hettarher

Hettarher er ein elektroakkustiskur bólkur vid Andreas Restorff og Torleiki Mortensen, sum spælir eina samanseting av akustikki og elektronikki, minimalismu og spektralismu í eini samanrenning millum náttúru og industrialismu.

 

Kl.23.00

Meejah – The Taegeuk, ein tónleikaringrás. 

Meejah framførir eina tónleikaringrás kring lutirnar í koreanska flagginum, The Taegeuk, og blandar sidbundnan koreanskan tónleik vid distortion, tilsipan til metall, bleytt hip hop, ljóðlandsløg og skeivar midiframleidslur. Ringrásin hevur til endamáls at skapa frid á koreansku hálvoynni og at stedga krígnum millum Nordur- og Sudurkorea. 

Í novembur í fjør hitadi Meejah upp fyri koreanska postrokkbólkinum, Jambinai, sum spældu á endakonsertini á olympisku vetrarleikunum í Korea. Í septembur í ár spælir Meejah á altjóda fridardagsfestivalinum í Central Park í New York. Sídan seta tey kósina eystureftir, har tey spæla á fridargonguni á avvápnadu sonuni á markinum millum Nordur- og Sudurkorea.

Meejah eru Andreas Isbrandt Løvenskjold, Daniel Nayberg og Mai Young Øvlisen.

 

Kl.02.00

The Reverends

Fyri fyrstu ferð nakrantíð spælir bólkurin The Reverends á G!. í september 2017 góvu teir út staklagið, Sometimes I wish, sum breyt frá nordicanastílinum, bólkurin áður hevur verið so kendur fyri. 

Síðan staklagið kom út, hevur bólkurin arbeitt miðvíst vid nýggja útrykkjinum, og fer tí at spæla eina rúgvu av nýggjum løgum á G! Hetta er tónleikur, sum verður lýstur sum ein eklektisk blanding av dystopiskum poppi og upplyftandi íblástri frá m.ø. Pink Floyd, Lou Reed, R.E.M og Johnny Cash. 

Liminir í bólkinum hava serstakliga ymiska tónleikaliga bakgrund, hvørt gevur bólkinum einskilta ljóðið.

The Reverends eru: Niclas Thorsteinsson, sang, Rúni Mouritsen, trummur, Kristin Nolsøe Bech, bass, Janus Kampmann, gittar og Vinjar Egilsnes Petersen, tangentar.

 

 

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »