2 Nov 2017

Nú verður HOYMA, her er skrá og annað

Leygardagin verður virðislønta tiltakið HOYMA aftur hildið í tíggju heimum í Gøtu við nógvum spennandi á skránni.

Tey sum framføra í ár eru Martin Joensen, Lena Andersen, Lyon, Son of Fortune (Benjamin), Kim Hansen, Elinborg, T.O.S., Sámal Ravnsfjall, Monika Stauss & Ólavur Jakobsen og Flemming Petersen.

Umframt HOYMA konsertirnar er ymiskt á skránni í skúlanum við Gøtugjógv og í Tøting fyri bæði vaksin og børn.

Frá 9.30 bjóðar Eysturkommuna øllum borgarum og HOYMA-gestum til góðan morgunmat í skúlanum í Gøtugjógv. Rokokko, Hemmas, Hallbera, Sædis-glas og Mourentsa - hava sølutorg og kaffistovu í skúlanum.

Í skúlanum eru eisini tiltøk til børn - ítriv, tekni- og orðakrókur, og kl 15 er sangskriviverkstova við Siggu Vang og Dánjali á Neystabø. Aftaná er barnakonsert við Dánjali, har hann umframt kendar sangir frá Ævintýraferðini eisini fer at spæla okkurt við støði ella íblástri úr sangskriviverkstovuni.

Í skúlagarðinum er møguleiki at fara í pottar ella sauna ókeypis.

Frá kl 17 bjóðar kórið Eystanljóð 3-rættaða matskrá í skúlanum.

Eftir kl 23 er hugni og livandi tónleikur í Tøting, har Flemming og vinmenn spæla.


Sí og tak niður skrá her

Tak niður kort yvir spælistøðini/heimini

KEYP ATGONGUMERKI HER

Vitja HOYMA á Facebook

18 Jul 2025
Bring the children to G!

G! is a party for children too! The best day of the year! Read more »

18 Jul 2025
See the Day 1 - Recap

The first day of the G! Festival 2025 is behind us, and what a day it was, with record setting attendance for a Thursday, and so much good music and good vibes. Read more »

18 Jul 2025
Breakfast for Festivalgoers

At the stadium in Norðragöta and on the lower floor of Valhöll in Syðrugöta, breakfast will be served from 10 AM to 1 PM on Friday and Saturday mornings. Read more »

17 Jul 2025
See the Day 0 recap

The day the tent camp opened with DJ's and partying, while volunteers got the final preparations done. Read more »

8 Jul 2025
HERMANN & HELMSDAL LIVE

Live recording of the best (and only) film podcast in the Faroe Islands, Hermann & Helmsdal. Read more »

8 Jul 2025
TECHNO YOGA

What could be better after a long night of festival magic than a full reset with techno yoga on the beach in Syðrugöta? Read more »