15 jul 2017

Tann stóra løtan í kvøld!

Sangløtan: Í kvøld klokkan 22.10 fara vit saman við Elini, Stanley og Terja at syngja, skála og klemmast.

Fyri nógvar av gestunum á G! er ein heilt serlig løta leygarkvøldið á festivalinum. Vit hugsa sjálvandi serliga um stóru Sangløtuna, tá fólk leita sær oman á sandin at syngja, flenna og klemma. Henda løta verður í kvøld klokkan 22:10 á sandinum.

 

Eitt serligt huglag hoyrir til Sangløtuna - ein sterk tjóðskaparkensla og stoltleiki, sum kann samanberast við tí, sum eisini hoyrir til midnáttarsangin á ólavsøku. Tað, sum tó sermerkir Sangløtuna á G!, er, at her verður eisini framført á ljóðførum, og at tey, sum syngja fyri, sum oftast sjálvi hava skrivað sangirnar, greiðir Elin Brimheim Heinesen frá. Elin er ein av teimum, sum koma at syngja fyri á Sangløtuni í kvøld.

 

- Tað at syngja saman er ein inngrógvin partur av okkara mentan, og Sangløtan er altíð ein fantastisk uppliving – óansæð um tað er á pallinum ella í fjøldini, leggur Elin afturat.

 

Tónleikararnir, sum koma at framføra føroyskar perlur á Sangløtuni í kvøld, eru Elin Brimheim Heinesen, Hjalti Joensen, James Olsen, Jóan Jakku Guttesen, Kaj Johannesen, Kim Hansen, Sámal Ravnsfjall, Steintór Rasmussen og Terji Rasmussen.

 

Tekstirnir til Sangløtuna eru at finna á gfestival.fo/sang.

 

Síggjast á sandinum kl. 22:10!

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »