MØ elskaði Gøtusand
Fjøldin kókaði, tá MØ í nátt framførdi á Sandinum. Fyrr í kvøld segði MØ, at hon gleddi seg at sleppa at spæla so tætt við sjógvin, og tað merktist, at hon elskaði tað. Tá áhoyrararnir klappaðu hana inn aftur á pallin til eykanummar, segði hon, at hon ordiliga gjarna vildi sleppa at spæla fleiri løg.
Myndir: Knút Johnsson Gray.