3 Nov 2016

Eysturkommuna bjóðar øllum sínum borgarum ókeypis morgunmat

Leygarmorgunin 5. november frá kl. 9 - 12 bjóðar Eysturkommuna øllum sínum borgarum ókeypis morgunmat í kantinuni á Fiskavirkinum. Ókeypis rundferð við søguforteljing, tónleiki og m.a. spennandi á savninum.

 

Í sambandi við at G! Grunnurin skipar fyri tónleikatiltakinum HOYMA leygardagin 5. november, ynskir Eysturkommuna at bjóða øllum sínum íbúgvum og gestum til góðan ókeypis morgunmat í kantinuni á Fiskavirkinum í Norðragøtu.

Morgunmaturin er frá kl. 09 til kl. 12 leygardagin. Kórið Eystanljóð ger morgunmatin.

Kommunan ynskir eisini at nýta høvið at bjóða børnum og vaksnum ókeypis rundferð at síggja bygdarsøvnini í Norðragøtu við Áranti Hansen sum ferðaleiðara, Dánjali á Neystabø sum tónleikara, Riu Tórgarð sum forteljara og Jensinu Olsen sum sangara og forteljara. Rundferðin byrjar í Glyvrahanusarhúsið. Dánjal spælir fyri okkum og greiðir eitt sindur frá um føroyskan sangskatt og sið. Árant vísir okkum Blásastovu, har Ria Tórgarð fortelur eina spennandi søgu. Síðani enda vit í El-talvuvirkinum, har Jensina Olsen syngur og spælir.

Rundferðirnar eru kl. 12, kl. 14 og kl. 16.

Á keiini í Norðragøtu, í grundini har Tyrlhúsið stóð, eru pottar og sauna sett upp. Hesi eru ókeypis at nýta hendan dagin og opið er frá kl 10.00 til kl 17.00

Í El-talvuvirkinum er listaframsýning við Elisabeth Mariu Pálsdóttir og Jan Nystrøm. Opið er fríggjakvøldið frá 19 til 21, leygardagin frá 12 til 17 og sunnudagin frá 16 til 19.

Frá kl. 17 leygardagin er matstova í kantinuni á Fiskavirkinum, har Eystanljóð selir 3 rættaða matskrá.

Frá kl. 12 til kl. 23 leygardagin ber til at keypa kaffi og vaflur í Glyvrahanusarhúsi.

Kl. 18.30 byrjar sjálvt HOYMA, sí skrá á baksíðuni.

Frá kl. 23 er opið hús í Tøting í Syðrugøtu har byrjað verður við felagssangi, sum Eystanljóð skipar fyri. Frá midnátt til 01.00 er konsert við virðislønta danskt/finska bólkinum Afenginn, sum hevur serframførslu saman við Dánjal á Neystabø. Og frá kl 01 spælir Jens Marni Hansen við bólki. Opið er til kl 04.00 og bert tey við armbandi til HOYMA hava atgongd.

Atgongumerki til HOYMA kunna keypast á heimasíðuni hjá G! Festival www.gfestival.fo og um nøkur eru eftir, so í Glyvrahanusarhúsi frá kl 12 leygardagin, har armbond eisini vera sett á.

Vinaliga

Eysturkommuna

14 May 2024
Ragnar Finsson performs at G!

From the annual music competition Sement: Ragnar Finsson Read more »

14 May 2024
Personal Trainer joins the line-up!

Come and work out at G! with your new Personal Trainer! Read more »

7 May 2024
Jamie Grey from the UK joins the line-up!

At G! we love to catch stars in the making. Jamie Grey from the UK is one of those! Read more »

7 May 2024
Teitur performs at G!

Come and experience Teitur perform Poetry & Aeroplanes at G! 2024 Read more »

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »