SILVITNI
Silvitni er eitt kvinnukór, sum varð stovnað í Götu í september 2021.
Tær tá átta kvinnurnar settu sær fyri at syngja góðan og avbjóðandi kórtónleik saman, frá öllum möguligum tíðarskeiðum og mentanum. Leiðarin er chilensktfödda Cinthia Gonzáléz Parada. Kórið fevnir nú um tíggju limir úr fleiri ökjum og oyggjum í Föroyum: frá Kalsoynni, Eystur- og Streymoynni til Vágarnar.
Songkvinnurnar hava allar drúgvar royndir í kórum bæði í Föroyum og úti í heimi og umboða tríggjar ymiskar tjóðskapir – Föroyar, Týskland og Chile. Tú hoyrir tær til gudstænastuna í Fjósinum leygarmorgunin.