WITH THE RIVER
"With the River – The Collective" er eitt nýliga stovnað tvörfakligt samstarv millum átta norðurlendsk listafólk úr Finnlandi, Svöríki og Føroyum.
Felagsskapurin arbeiðir við vatni sum tema í ymiskum fláum, t.d. vatni sum flótandi mörk og tess týdning fyri bæði menniskju og ómenniskjaligar verur, vatni sum megi og sum reinsandi eind, ið ber og goymir tíð, rúm, sögu og sögur. Eisini nema tey við evni sum hydrofeminismu.
Kom og hoyr meira um hetta spennandi norðurlendska samstarv, har Dan Helgi í Gong og Jón Sonni Jensen arbeiða saman við finlandssvensku listakvinnuni Eija Mäkivuoti og öðrum. Tað er hósdagin hjá Rönn.