G! byrjar á tjaldingarökinum mikudag 16. juli
Um tú ikki longu hevur funnið tær tjaldið fram, so skalt tú kanska gera tað nú.
Tað SKAL vera stuttligt at vera tjaldari á G!
So, tá ið tjaldingarökið letur upp mikudagin 16. juli kl. 18:00, standa vit klár at taka ímóti við diskarum og anleggi!
DJ 2x Slay og Trygvi fara at diska frá lötuni, tá ið portrið brestur upp og heilt til kl. tvey um náttina. Hettar verður ársins undanveitsla og tú MÁST fara!