Sissal kemur at framföra á G!
Hon hevur júst blást allan heimin um koll við síni stóru rödd, har hon stóð á pallinum í Basel í beinleiðis sjónvarpi, sum fyrsti föroyingur nakrantíð í finaluni á Eurovision.
Nú vita öll hvör Sissal er.
Kenda havnadaman var tó longu væl í gongd áðrenn, og hevur latið úr hondum peppaðan elektroniskan, dansivinarligan tónleik, sum júst er eyðkendur við hesi stóru röddini.
Vit gleða okkum ómetaliga nógv til leygarkvöldið á G!, at hoyra hesa megnar songkvinnu framföra sín tónleik, og ikki minst lagið Hallucination, sum öll longu munnu kenna.
Tað verður Halluuuuuuuu-Hallucination, tá ið G! verður dagarnar 17.-19. juli!