GONGUTÚRUR VIÐ KONSERT Á LEIRVÍKSFJALLI
Absolutta hæddarpunktið á G! Ímynda tær at hoyra inspirerandi tónar á veg upp um fjall á festival.
Vit halda lív í siðvenjuni at ganga upp um fjall á G! Í ár leggja vit eina forkunnuga konsertuppliving á toppinum aftrat fantastisku upplivinigini, tað er at föla G!-stemningin spakuliga krúpa inn í kroppin, meðan vit ganga. Vit byrja í Krossteig í Leirvík, steðga til ein heitan drekkamunn í Norðragötu fyri síðani at fara víðari yvir á sandin. Ultimativa byrjanin upp á ein dag á tónleikahátíð Föroya við vakra útsýninum yvir festivalökið av Leirvíksfjalli.