ÆTLA: MODER NORD/MÓÐIR NORÐUR
- konsert, sum fagnar tí norðurlendska og kvinnum sum tónasmiðum
ÆTLA [ˈatla] er vokaltónlistabólkur úr Keypmannahavn, ið telur átta tekniskt dugnaligar sangarar úr ávikavist Svöríki, Íslandi, Föroyum og Danmark. Tey skapa intensar og nærverandi konsertupplivingar. Navnið endurspeglar drívmegina í bólkinum: at granska, bjóða av og víðka mörkini fyri klassiskan vokaltónleik.
Konsertin byggir á fýra norðurlendskar kvinnuligar núlivandi tónasmiðir: Unn Paturson (FO), Josefine Lindstrand (SE), Mette Nielsen (DK) og Anna Sigríður Þorvaldsdóttirs (IS). Konsertin nemur við evni sum at vera partur av einum norðurlendskum samleika; evni sum barndóm, trúgv og náttúru.