Silent Disco Club verður aftur í ár á G!
Seinastu tvey árini hava nógv staðið og dansa í stillum á G!. Tað hevur sæð lögið út, tí eingin tónleikur hevur verið at hoyrt.
Men fólkini hava smílst og flent og hava sungið og skrálað, men ofta púra ymisk lög samstundis, og tey hava verið ílatin litfagrar oyrabúffar. Hettar hevur verið til Silent Disco Club, sum vit og tit eru so sera glað fyri, og sum tað hevur eyðnast okkum at fáa á skrá aftur í ár!
Hesuferð verður gjört eitt sindur meira burturúr og teir hava enn fleiri oyrabúffar við sær. So gleði tykkum, tí Silent Disco Club verður aftur í ár á G!, sum verður 17.-19. juli.