Sögan
GRÓT hevði í nökur ár skipað fyri útikonsertum á Götustevnu, tó ikki undir nökrum ávísum navni ella búmerki.
Á sumri í 2002 var rockbólkurin Clickhaze, sum hevði fleiri Grót nevndarlimir við sær í hópinum, á norðurlendskari konsertferð. Eina frílötu meðan fólkini í og kring bólkin sótu og prátaðu, varð avgerð tikin um at royna at skipa fyri einum festivali í Föroyum. Dato var sett til 19. juli og staðið skuldi vera Götusandur og at nýggi festivalurin skuldi eita G! Festival. Nógv meira enn tað var ikki ítökiligt fyrr enn bólkurin kom aftur á klettarnar smáar tvær vikur áðrenn ásetta dato. So tá mátti berast skjótt at.
G! Festival varð sostatt hildin á fyrsta sinni hin 19. juli í 2002. Talan var um eitt eindagstiltak við einum palli og umleið 800 áhoyrarum. Millum növnini vóru Clickhaze, MC Hár, Enekk og Hanus G. Johansen.
Tiltakið fekk frálíka góða umröðu og hetta eggjaði fyriskiparunum til soleiðis at tað í 2003 bleiv satsað stórt og víðkað munandi um festivalin, sum nú fekk fleiri pallar umframt bæði kend og ókend útlendsk növn á skránna. Eini 2500 fólk tilsamans komu til tiltakið, sum góðum stuðli frá m.ö. Götu kommunu, Nordisk Kuturfond og Atlantic Airways, gjördist veruleiki. Tey, sum hövdu verið á festival, elskaðu tað, og ummælini vóru ikki til at fara skeivur av: “Betri enn Ólavsöka” segði forsíðan á Dimmalætting. Millum bólkarnar vóru finsku Bomfunk MC’s, íslendsku Úlpa, norsku Xploding Plastix og so var seinasta konsertin hjá Clickhaze leygarkvöldið um midnáttina.
Góða orðið, tiltakið hevði fingið á seg, gav eisini bonus árið eftir, í 2004, tá G! vaks enn meira í fólkatali til millum 3 og 4500 gestir, sum komu á Götusand at hoyra m.a. Lisu Ekdahl, Kashmir, Russ Taff og onnur. G! 2004 var eins og undanfarin ár yndistiltakið hjá föroyska ungdóminum og teimum, sum hövdu leitað eftir eini innihaldsríkari summarveitslu, og pallurin varð settur fyri endaliga gjögnumbrotinum.
Hetta kom í 2005, har G! slóg öll met. Við síni higartil sterkastu skrá og einum umdömi, flestu einans kundu övunda festivalinum, breyt G! 2005 öll mörk fyri hvat higartil hevði verið hildið verið möguligt innan föroysk tónleikatiltök. Atgongumerkini og tjaldingin vórðu útseld, og umframt tey 6000, sum hövdu armband, streymaðu fólk til úr bygd og úr býi. Tey tustu inn í Syðrugötu oman gjögnum havar og hagar og inn eftir fjörðinum í bátum og sluppum. Metingarnar frá politii og fyriskiparum gingu uppá, at umframt tey 6000 við armbandi, vóru onkunstaðni ímillum 2 og 4 túsund fólk uttan atgongumerki inni í Syðrugötu.
Við öðrum orðum vóru eini 8 til 10 túsund fólk og lurtaðu, tvs umleið 20% ella fimti hvör föroyingur leitaði sær til Götu á tónleikafestival hetta árið. Millum framförandi útlendsku bólkarnar hetta árið vóru Europe, Nephew, Afenginn, Glen Kaiser og Hjálmar.
Festivalurin í 2006 helt fast og hækkaði stöðið á flestu ökjum. Eini 7 túsund fólk leitaðu sær til Götu at hoyra m.a. Kaizers Orchestra, Infernal, Beth Hart, Outlandish og The Holmes Brothers. Festivalurin fekk framúr góða umröðu í útlendskum miðlum og bleiv m.a. útróptur bæði at vera næstbesti festivalur í Europa og millum 20 teir bestu festivalarnar í heiminum.
Í 2007 sóu vit bæði hæddarpunkt og lágpunkt.
G! 2007 var uttan iva tann higartil glæsiligasti og í nógvar mátar best skipaði G! Festivalurin, hildin. Alt koyrdi sum eftir ánni og stórt lið av útlendskari pressu kappaðist um at rósa tiltakinum, sum hevði havt Natashu Bedingfield, Dixie Hummingbirds, Guillemots, Polkaholix og Young Dubliners á skránni. Men so hvört sum tölini komu á borðið sást, at G! 2007 hevði verið alt ov dýrt at framleitt og endin var at felagið, sum hevði skipað fyri festivalinum í 2006 og 2007, fór so dyggiliga á heysin.
Í 2008 var vent aftur til röturnar og eitt mini tiltak, G! MINI, hildið fyri at halda lív í G! -hugtakinum og sum ein roynd at savna pening og orku til at endurreisa tiltakið. Allir tónleikarar spældu ókeypis fyri at stuðla tiltakinum, sum ikki hevði tjalding og sum einans hevði föroyskar tónleikarar á skrá.
Hóast ringt veður og heldur slaka uppmöting gav tiltakið fyriskiparunum blóð á tonna at halda fram og ein veruligur G! Festival var settur á skrá í 2009 – við trimum pallum, tjalding og útlendskum növnum.