NÝTSLUTREYTIR

Keypstreytir
Atgongumerki til tiltök fella ikki undir angrirættin í brúkaralóggávuni

Prísir
Allir prísir eru í DKK (donskum krónum). Einki meirvirðisgjald er á atgongumerkjunum.

Gjaldshættir
Tvinnir hættir eru at gjalda við. Antin við Dankorti (FR-korti).* umvegis gjaldsveg (paygate) hjá QuickPay. Ella við PayPal, sum gevur möguleika at nýta onnur kort enn Dankort. Tínir kortupplýsningar verða sendir beinleiðis til PBS ella Paypal, og vit fáa tí ikki atgongd til tygara gjaldskortsupplýsningar.

Latingartíð
e-Vikuskiftispass og e-Tjaldingarpass eru ein myndafíla, ið vit senda tær við email eftir at tín bílegging er farin ígjögnum.  Um tú ikki hevur fingið títt e-Atgongumerki innan ein verkadag eftir bílegging, so er umráðandi at boða frá á nethandil@gfestival.fo

e-Atgongumerki skulu printast út og takast við á festival. Tað er ikki neyðugt at printa við litprintara, men tað er umráðandi at QR-kotan sæst, tí tað er tað sum avgerð, hvört tú sleppur inn ella ikki. Í atgongumerkjasöluni skal tað býtast um við armband, áðrenn farið verður inn á festivalökið.

e-Atgongumerkini hava sama gildi sum vanlig prentað pappírs-atgongumerki.
e-Atgongumerki hava eina serstaka QR-kotu. Eru e-atgongumerkini printað fleiri ferðir, ber einans til at sleppa inn til tiltakið, fyrstu ferð tað verður skanna í atgongumerkjasøluni.
Missir tú t-postin við atgongumerkjunum burtur, ber til skriva til okkum á nethandil@gfestival.fo og endurbíleggja t-postin við atgongumerkjunum.
Vit gera vart við, at tað verður mett sum svik at misnýta atgongumerki (t.d. at royna at nýta tað til fleiri ymiskar persónar). Um tú hevur illgruna um at onkur annar hevur fingið hendur á tínum e-atgongumerki, ber til at ógilda tað og fáa eitt nýtt við at venda sær til nethandil@gfestival.fo. Tað kostar 100 kr í avgreiðslugjaldi at ógylda atgongumerki og fáa nýtt.

Fyrivarni
Keypt atgongumerki verða ikki afturgoldin uttan so at tiltakið verður avlýst vegna umstöður, sum fyrireikararnir hava tamarhald á.

Vanlig pappírs-atgongumerki
Um tú kundi hugsað tær at keypt vanlig prentað pappírsatgongumerki ber hetta til á sölustöðum okkara Magnstöðirnar í Havn, Runavík, Götu, Klaksvík, Miðvági, Runavík og við Streymin og Tutl í Havn.  Ella við at venda sær beinleiðis til atgongumerkjasöluna tel 740000 / tickets@gfestival.fo – vanlig pappírsatgongumerki kosta 25 kr eyka

G! Festival er eitt tiltak hjá G! Grunninum, við Ánna 72, Norðragöta. V-tal 585300. Tel 740000. Email: info@gfestival.fo