LIMUR Í GRÓT - KONSERT 30. JULI 2017

$14.45 Gulaza (Ísrael) og Kári Sverrisson

Gulaza er ein etniskur tónleikabólkur úr Ísrael, ið eru sera áhugaverd bæði í tónleiki og boðskapi. Og tá vit nú eru í etniska horninum, hvat er tá meira upplagt, enn at hava okkara góða Kára Sverrisson afturat.

LAGNURNAR HANDAN SANGIN
Í juli mánaði í 2013 avdúkaði 11 ára gamla Nada Al-Ahdal úr Jemen, lagnuna hjá mongum kvinnum og gentum í Jemen. Hetta var lagt út á teir sosialu miðlarnar t.d.á Facebook, milliónir sóu Nadu. Á henda hátt megnaði Nada at sleppa sær undan at verða burturgift við valdi til ein ríkan mann í Saudi Arabia.


Genturnar í Jemen verða enn í dag giftar í aldrinum 11-15 ár, til menn ið tær ikki kenna, og onkuntíð enda tær sum kona nummar tvey ella trý hjá hesum monnum. Genturnar verða noyddar at fara frá familju og heimi sínum, fyri at ferðast langar leiðir til eitt ókent pláss, uttan møguleika fyri at síggja familjuna aftur.


Yrkingarnar og sangirnir hjá hesum gentum og kvinnum, eru á arabiskum og eru at roknað sum fólkatónleikur ið hevur verið førdur frá móður til dóttir í øldir, hervið hava tær í løtum kunna flýggja frá tí hørðu tilverðuni í dagligdegnum og skapa eina andaliga innaru tilverðu, við frælsi og talandi yvirbrá.


Sangirnir lýsa teirra lív og arbeiði, men tað týdningarmesta í sangunum er hugtakið, “Hena” sum lýsir umstøðurnar tá gentan skilist frá familju síni fyri ongantíð at síggjast aftur.

Gulaza eru:
Igal Mizrahi - Vocals and Percussion
Ben Aylon - Percussion and Djeli N'goni
Ian Aylon - Guitars
Leat Sabbah - Cello

www.gulaza.com

Sí sjónbandalag her


KÁRI SVERRISSON
Vit gleða okkum at fáa Kára Sverrisson aftur á pall í Tøting. Hann hevur mangan spælt her áður, hansara meistarligu evni at skriva og framføra og hansara inniliga vera, eru altíð við til at lyfta støði eitt stað, har bert dreymar náa, verði seg um hann er einsamallur á palli ella í øðrum samanhangi.

Kostnaður: 150 kr., tó bert 100 kr. fyri limir í Grót.

Tónleikasamtakið Grót