LIMUR Í GRÓT - KONSERT 31. MARS 2017

$14.45 Joanita í Töting

Fríggjakvøldið 31. mars kl. 21.00

Afrikanska soul/gospel sangarinnan Joanita, kemur til Föroya og í Töting, við síni stóru og vökru songrödd.

Joanita er búðsitandi í Danmark, og er gift föroyinginum Daniel Zachariassen. Tey leita nú aftur á tær götur, har maður hennara hevur traðka síni barnaspor, og fingið sín tónleikaliga íblástur.
Daniel spælir sjálvur trummur í bólkinum, ein bólkur ið telur heili 9 tónleikarar, har flest teirra eru föroyingar, búðsitandi í Danmark.

Joanita er væl kend í Gospel-umhvörvinum í Danmark og aðrastaðni við, har hon hevur ferðast í mong ár. Joanita hevur eitt nú sungi við növnum sum Etta Cameron, Don Moen og Alvin Slaughter. Joanita hevur somuleiðis havt heiðurin at syngja fyri Margrethu Drotning og Desmond Tutu.

Meira kunning kemur seinni...

Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót), fáast online her:
https://gfestival.fo/products
ella við dyrnar frá kl. 20.00.