LIMUR Í GRÓT - KONSERT 16. JUNI 2017
Fríggjakvøldið 16. juni kl. 21.00 í Tøting
Tað er Tónleikasamtakinum Grót ein heiður, at kunna bjóða tykkum í Tøting, til eina serliga spennandi og áhugaverda konsert við Nýfundlendska indie-rock-folk bólkinum, við tí heldur ógvusliga navninum The Burning Hell og blues hetjunum Froðbiar Sóknar Blues Orkestur (FSBO).
Eftir navninum at døma, skuldi ein trú, at The Burning Hell, var ein bólkur ið spældi tungmálm, men tað gera tey als ikki. Bólkurin spælir eina samanseting av indie, rokk og fólkatónleiki, og teksthøvundurin í bólkinum Mathias Kom, skrivar serligar tekstir, ið bæði eru stuttligir og viðkomandi.
Bólkurin hevur fleiri útgávur og hópin av rósandi ummælum kring allan heim á baki.
Sí sjónbandaløgini niðanfyri, so tú fært eina hóming av, hvat eru í væntu.
https://www.youtube.com/watch?v=nEEqkT6GCW8
https://www.youtube.com/watch?v=sqmZl_5QbqY
http://www.wearetheburninghell.com/
Froðbiar Sóknar Blues Orkestur:
So koma teir aftur at vitja! FSBO hava nakrar ferðir áður spælt í Tøting, og tey ið vóru til staðar tá, kunna uttan iva skriva undir uppá, at framførslurnar hjá FSBO vóru minniliga góðar og serligar. Á palli eru FSBO væl spælandi, lívligir og stuttligir.
Hesir fryntligu eldru harrarnir úr Froðbiar Sókn í Suðuroy, hava blues pumpandi gjøgnum aðrarnar, og eru sera trúðfastir sjangruni. Í 2015 kom teirra einasta útgáva á marknaðin, við heitinum "If the Ocean was Vine", sum óiva er sterkasta blues-útgáva í Føroyum.