Son of Fortune & Ragnar Finsson

kr. 150,- KONSERT - IKKI LIMUR Í GRÓT

Leygarkvøldið 9. Nov. kl. 20.30 í Tøting

Son of Fortune gevur 1.november út fyrsta staklagið á komandi plátu síni og hevur í hesum sambandi konsert í Føroyum í november mánaði.
Fyrsta útspælið eitur “Is it Essential” og verður útgivið bæði sum staklag og sjónbandalag fyrsta november.
Maðurin handan Son of Fortune, Benjamin Petersen, hevur í 2019 verið hinumegin atlanshav og arbeitt í tónleikahøvuðstaðnum Nashville. Eftir at hava skrivað 500 teldupostar og fingi fimm aftursvar, setti hann seg í eitt flogfar við lítlum og ongum viðføri - einasta hann hevði var ein rúgva av nýggjum løgum og sín trúfasta Fender gittar.
Komin til Nashville, gekk tað skjótt fyri seg og áðrenn hann visti av, hevði hann samla sær ein hóp av góðum tónleikarum, ið vóru við uppá at spæla inn saman við honum.
Úrsliti er plátan “Voodoo Pop”, sum kemur út á vári 2020.
Plátan er upptikin í Sputnik Sound av navnframa Grammy vinnandi toyminum Vance Powell og Mike Fahey - hesir eru kendir frá útgávum hjá m.a. Jack White, Arctic Monkeys og Chris Stapleton.

Ragnar Finsson vann í 2016 tónleikakappingina Sement við bólkinum Bluesette, yvirskriftin ið stóð eftir var hendan; ”Fangandi, fullførdur og væl samanspældur tónleikur,” vóru nøkur rósandi orð til tónleikabólkin Bluesette, Sement vinnarin 2016. Á pallinum aftur tóktust tey púra ovfarin av kunngerðini, men hálaðu skjótt instrumentini fram og fingu allan salin at trampa í takt við teirra fangandi riff.
Í 2017 flutti Ragnar til Svøríkis at granska fólkatónleik og hevur síðani ferðast kring Europa, har hann hevur lagt fram síni egnu løg fyri alkyns mentanum og fólki.

Við dyrnar frá kl. 19.30.
Kostnaður 150 kr. (tó limir í Grót bert 100 kr.) Øll undir 18 ár hava ókeypis atgongd.