Resterne af Rigsfællesskabet - Kári og Hans Jacob

$21.67 KONSERT - IKKI LIMUR Í GRÓT

Resterne af Rigsfællesskabe:
Modular synths meet inuit drum dance. Technology meets nature. 
Improvised electronic music in a nordic context.

Eitt hav av tøkni og ljóði verða blendaði saman við inuit trummu-dansi, í einum Grønlendskum, Íslendskum og Føroyskum samstarvi.

Manningin er:
Heðin Ziska Davidsen, Jesper Pedersen, Miké Thomsen

Kári Sverrisson & Hans Jacob Kollslíð - Eystanduni:
Kári og Hans Jacob hava spælt tónleik saman, síðani teir gingu í studentaskúlanum við Gøtugjógv síðst í áttati- og fyrst í nítiárunum.

Beint fyri jól í fjør góvu teir út fløguna "Eystanduni". Á fløguni eru 12 nýggj løg, sum teir hava gjørt til yrkingar úr savninum Eystanduni, ið H.D. Joensen týddi og gav út í sjeytiárunum. Yrkingarnar stava frá sonevnda T'ang tíðarskeiðinum í Kina, ið vardi frá 7. til 9. øld. Hetta er aðru ferð, at teir nýta yrkingar úr hesum savni. Fyrru ferð var í 1992, tá ið teir fóru undir sangirnar, ið komu út á fløguni ”Dreymaspøl.” Umframt sangir av hesum báðum útgávum, spæla Kári og Hans Jacob sangir, ið teir hava givið út hvør sær.


Atgongumerki á 150 kr., tó 100 kr. fyri limir í Grót, fáast til keyps við dyrnar frá kl. 20.00.