Total Hip Replacement & Lyon Hansen

$22.47 KONSERT - IKKI LIMUR Í GRÓT

Hóskvöldið 16. Mai kl. 20.30 í Töting

Unga brúsandi okrukeldan Total Hip Replacement úr Danmark, kemur at rista okkum sundur og saman eitt várkvöld í Töting í Syðrugötu.

Teirra smittandi spæligleði og álítandi tónleikaligi boðskapur, ið veruliga lyftur áhoyraran uppfrá, er ein sonn tónleikalig veitsla.

Bólkurin nýtulkar og sameinir reggae, soul og funk við afrikanskum botni, ið ber brá av m.ö. Bob Marley, The Black Seeds, Fat Freddys Drop. Bólkurin hevur spælt massar av konsertum í Afrika, og hava tí sín stóra íblástur higani.

7-leikara bólkurin frá Aarhus eru júst tilnevndir “Årets Nye Danske Navn” til Gaffa Awards 2019.

https://youtu.be/cEMltwQoIDQ

Og fyri at tað ikki skal verða lygn, pallseta vit eisini kanska orkufullasta föroyska tónleikaran nakrantíð Lyon Hansen!
Við Lyon vita vit, at vit fáa ein pakka ið reikar í öllum kensluraðnum, tað er vakurt, skitið, hart, stilt, kensluborið, orkufult, ekta og gott, hvörja ferð.

Lyon hevur nomið sær tónleikaliga útbúgving í Bretlandi í fleiri ár, men er nú fluttur heimaftur, og vit gleðast um at hann er komin aftur at ríkað um okkara tónleikalív, eins og vit gleða okkum at hoyra tað góða vit kenna frá hansara verkum, umframt tað nýggja.

Tónleikasamtakið Grót