Silvurdrongur og Elvito

$21.67 KONSERT - LIMUR Í GRÓT


***Mikukvøldið 21. Nov. kl. 20.00 i Tøting***

Silvurdrongur:
Silvurdrongur hevur gjørt um seg sum svartideyði og hagasóljur í Føroyum hetta seinasta árið við minnisverdum konsertum og margfeldu útgávuni Silvurbók, sum fevnir um tónleik, film og bókmentir.
Silvurpláta eitur tónleikaútgávan, sum Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt og komponerað saman við Karl Andriasi Stórá.
Fleiri vilja verða við, at bólkurin við Trygva Danielsen á odda, hevði eina av bestu framførslunum á ársins G! Festivali, og tí gleða vit okkum til at fáa teir í grannalagið aftur.

Hoyr tónleik hjá Silvurdronginum her.

ELVITO:
Úr Keypmannahavn fáa vit vitjan av føroykst/danska bólkinum Elvito.
Lagið "Get It On" hjá bólkinum, hevur verið at hoyrt í Kringvarpinum hetta seinasta árið. Tónleikurin er ein blanding millum elektroniskt og surf, og ljóðmyndin varðveitir eitt egið huglag, sum er áhugavert og eitt sindur gandakent. Limirnir í Elvito eru Bastian Lahn Petersen og Rasmus á Fríðriksmørk Borðoy, afturat sær á hesa ferðina hava teir eisini trummusláara.

Hoyr Elvito tónleik her.