Páll Finnur Páll og Mega-Ekspres (DK) - 13. Oktober 2018 KL. 20.30

$21.67 KONSERT - LIMUR Í GRÓT

Páll Finnur Páll

So kemur kendasti føroyski poppbólkurin seinastu tvey áratíggjuni loksins á pall í Tøting.
Jú tað er rætt, Páll Finnur Páll hava ikki áður spælt konsert í Tøting, men teir spældu konsert fyri Tónleikasamtakinum Grót í Losjuni í Gøtu fyri uml. 18 - 20 árum síðani.
Hetta leygarkvøldið í oktober, fært tú høvi at hoyra nógv av teirra sera fangandi løgum í Tøting, tá teir fylla pallin við fullum bólki.
Tað er ikki á hvørjum degi, at høvi býðst at uppliva Páll Finnur Páll á eini inniligari sitikonsert, sum júst konsertirnar í Tøting eru kendar fyri.

Her kanst tú hoyra eitt av nýggjastu løgunum hjá bólkinum "Hyde".
https://www.youtube.com/watch?v=s4xCJLE0kAk


 
Mega-Ekspres (DK)

Úr Danmark fáa vit vitjan av eini sera sjávlsamari og eksperimenterandi tónleika-duo, við røtrum úr Serbia, ið er mannað av teimum báðum Mija Milovic and Oliver L. B. Laumann.
Tey eru bæði fjøl-ljóðførisleikarar, ið dáma væl at eksperimentera í sjangrum og tónasmíði.
Á konsertini í Tøting fara Mija og Oliver at leggja stórsta dentin á røddir, ásláttur og ljómborð, har vit kunna vænta okkum at hoyra og síggja tey improviserað í ljóði og tónalagi.

Her kanst tú hoyra tónleik hjá Mega-Ekspres:
https://soundcloud.com/mega-ekspres


Atgongumerki á 200 kr. (150 kr. fyri limir í Grót) fáast til keyps.