LIMUR Í GRÓT - KONSERT 19. MAI 2018

$14.45 Jasmin og Dreamers' Circus


***Leygarkvøldið 19. Mai kl. 20.30 í Tøting***

JASMIN:
Unga sangarinnan Jasmin Mote, er veruliga komin fram í rampuljósi í Føroyum seinastu tíðina, eftir at hon nýliga hevur útgivið tvey stakløg Baby Blue og Make Sense, hevur hon við síni heilt serligu vøkru rødd, megna at sungi seg inní føroysku fólkasálina.
Jasmin og bólkur hennara vunnu tónleikakappingina Sement í 2017, og hava síðani verið virkin og smíða nýggjan og spennandi tónleik.
Her kanst tú síggja sjónbandalagið Baby Blue:
https://www.youtube.com/watch?v=qNeL1ZSktzY


Manningin handan JASMIN er hendan:
Jasmin Mote
Bergur Fonsdal Johannesen
Vinjar Egilsnes Petersen
Harald Fonsdal Johannesen

Dreamers´ Circus:
Hendan sera dugnaliga trio´in úr Danmark, ið var stovanð í 2009, hevur vunna alkyns heiðurslønir fyri teirra tónleik: Talent of the Year, Album of the Year (A Little Symphony), Artist of the Year á Danish Music Awards 2013, og Album of the Year (Second Movement) og Composer of the Year á Danish Music Awards 2015.
Bólkurin ið spælir orkufullan fólkatónleik, hava hesa heilsan til okkara: "Vit hava arbeitt hart, ferðast nógv og spæla hópin av konsertum og móttøkan hevur verið ótrúlig. Vit eru á eini sannari ævintýraferð og vit gleða okkum at koma heim til tykkum at spæla.
Manningin er hendan:
Ale Carr - Cittern
Nikolaj Busk - Piano, Accordeon
Rune Tonsgaard Sørensen - Violin

Her kanst tú hoyra lagið City Gardens:
https://www.youtube.com/watch?time_continue=24&v=kQiTsAMd4sc