IKKI LIMUR Í GRÓT - KONSERT 12. MAI 2018

$21.67 Hanus G og Lyra fra Nord

***Leygarkvöldið 12. mai kl. 20.30 í Töting***

Vit gleða okkum at fáa vitjan av föroya fremsta fólkasangara Hanus G. Johansen, og enduruppliva Hanus júst sum hann er.


Hanus hevur alt sítt lív ríkað okkara mentan við sínum lögum og sangi, og hevur givið nógvum av okkara bestu yrkingum nýtt lív.


Hanus kemur at syngja burturúr sínum stóra sangsavni, júst tað hann hevur uppá hjarta hetta várkvöldið í Töting.

Lyra fra Nord:
Tónleikur og frásöga um Eyð Djúphugaðu.

Ein lýsing av eini víkingakvinnu, ið var född í Norra í 800 árunum, sum aftaná eitt skakandi lív, endaði sínar dagar sum landnámskvinna í Íslandi.

 

Framförslan sigur frá lívinum hjá Eyð (Unn den Djuptenkte), sum tað er skriva í Laksdöla saga. Tá hon fór úr Norra, kom hon fyrst til Föroya, til Götu, har hon gifti burtur eitt ommubarn, áðrenn hon sjálv fór víðari til Íslands.

Lyra fra Nord eru:
Tone Holte (NO)
John Vedde (NO)
Rolf Agaton (SE)