HOYMAbit - við Eivør, Einar Selvik & Ivar Bjørnson

kr. 595,-

Heimakonsert við Eivør og prísvinnandi norsku tónleikarunum Einar Selvik og Ivar Bjørnson, kendir úr bæði fólkatónleika og málmstónleikapallunum í Noregi. Konsertin er heima hjá Sædis Eilifsdóttir, Garðagøta 2, í Syðrugøtu.

Íroknað eru brellbitar við heimagjørdum føroyskum mati, drykkir og kaffi við heimagjørdum søtum afturvið. 

Um tiltakið verður avlýst av orsøkum sum fyrireikararnir ikki hava tamarhald á, so sum ólagaligt veður, vanlukkur og arbeiðsmarknaðarviðurskifti, verða atgongumerkini ikki endurrindað.